Tað er langt síðani sett í verk í Føroyum

Á hesum øki vóru føroysku televeitararnir frammanfyri sína tíð

Ein nýggj avtala, sum nú er gjørd ímillum ES londini um prísin fyri at brúka internetið og fartelefon uttanlands, fær onga ávirkan á føroyingar.

 

Á hesum øki vóru televeitararnir í Føroyum nevniliga frammanfyri sína tíð, siga teir.

 

Annars hevur tað kostað okursprísir hjá fólki í ES londunum at brúka internet og fartelefon, tá ið tey eru uttanlands, og tað hevur eisini verið rættiliga dýrt hjá okkum í Føroyum at brúka internet og fartelefon, tá ið vit hava verið uttanlands, eisini tá ið vit fartelefonin verður brúkt at tosa í og at senda sms.

 

Nú er tað stórtíðindi aðrastaðni, at ES myndugleikar hava avgjørt, at frá 15. juni í ár, skal tað ikki kosta meiri at brúka internet og fartelefon uttanlands, enn tað ger at brúka tað í heimlandinum.

 

Men hetta er ikki nakað, sum ávirkar føroyingar, tí longu í fjør settu føroysku televeitararnir hesa skipanina í gildi og tað varð mett sum eitt rættiligt frambrot, tá ið tað hendi. 

 

Sostatt er tað umfatað av flestu haldunum hjá bæði Føroya Tele, og Vodafone, at tað kostar ikki eyka at brúka internet og faretelefon uttanlands, heldur ikki at tosa við, ella senda sms.  

 

Men tað eru kortini nøkur hald, har hetta ikki er uppi í, so hyggjuráðini eru, at kannað, hvat telefonhaldið hjá tær umfatar, áðrenn tú ferð uttanlands.