Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag og fíggjarmálaráðið.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, segði við KvF klokkan 18 í kvøld, at langt er millum partarnar. Hann hevur fingið tilfar frá báðum pørtum, sum semingsstovnurin nú fer at kanna, og ætlanin er at kalla partarnar saman til seming mikudagin.
Nakrir samráðingarfundir hava verið millum Føroya Pedagogfelag og fíggjarmálaráðið, men fundurin í dag var hin fyrsti, síðan sjúkrarøktarfrøðingarnir og fíggjarmálaráðið skrivaðu undir nýggjan sáttmála hin 20. november.
Av tí, at tað er so langt millum partarnar, er semingsstovnurin nú boðsendur til tess at royna at fáa semju í lag.