Tað var ein ordans rockkonsert, sum trøllini úr Klaksvík borðreiddi við á Vágsbøi í dag Vágsbøur var hálvfullur, og veðrið var avberað gott. Lýtt, turt og ikki eitt lot í luftini, so fyritreytirnar fyri eini góðari framførslu vóru til staðar. Og tað varð tað eisini.
Trøllapætur, Trøllaomman og ikki minst tann garvilla Ommudidd hoppaðu, dansaðu, sungu og rockaðu frá byrjan til enda. Hetta merktist á børnunum, sum vóru fult upptikin av at syngja við, koyra hendur upp og svara aftur, tá trøllini vendu sær til børnini.
Ikki bara børnini lótu seg undirhalda. Tey vaksnu vóru næstan líka nógv undirhildin. Fá mundu tey vera, sum ikki ruggaðu eitt sindur, tá trøllini sungu sínar lívligu sangir.
Tað einasta kritikpunktið er, at framførslan var alt ov stutt, einans hálvan tíma. Nógv av børnunum vóru ikki meira enn komin, so var liðugt. Ein tími hevði ikki verið ov lítið.