Tað er lættari sagt enn gjørt at taka pengar frá fólki

Landsstýrið kannar, hvørjir møguleikar eru, men enn eru tey ikki komin á mál, sigur løgmaður

 

– Tað er eitt sindur øvugt, at skattgjaldarin skal rinda fyri ferðafólk, sum koma til Føroyar. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og tí sigur hann, at tað alla tíðina hevur verið ætlanin, at ferðafólk skulu sjálvi rinda fyri korona-kanningina.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá Landsstýrinum um at játta 13,5 milliónir so at tey, sum koma til Føroya, kunnu verða kannað fyri koronu fyri einki. Sostatt hevur tað kostað skattgjaldaranum 23,5 milliónir at kanna tey, sum koma til Føroyar, fyri koronu. Men Aksel V. Johannesen, tingmaður, vísir á, at stendur hendan støðan við, kann rokningin til skattgjaldaran snilt koma upp á einar 50 milliónir.

Fyribils er ætlanin at halda fram at kanna ferðafólk til 31. oktober. Ein meting sigur, at umleið 5.000 ferðafólk koma til Føroya um vikuna fram til 1. september og eftir tað fara eini 3.000 ferðafólk at koma til Føroya um vikuna. Børn yngri enn 12 ár sleppa undan at lata seg kanna.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at høvuðsdenturin er lagdur á at berja smittuna niður, so hóast tey halda, at ferðafólk eiga sjálvi at rinda fyri korona-kanningina, hava tey ikki brúkt serliga nógva orku upp á at loysa tað málið.

Men tað verður kannað, hvussu tað kann lata seg gera. Og tað er ikki so einfalt sum tað ljóðar, tí tað er ikki heimild í farsóttalógini at taka gjøld frá fólki fyri at seta smittuverjandi tiltøk í verk.

Men ein møguleiki, sum verður kannaður, er at samtykkja eina serliga lóg, sum áleggur fólki at rinda eitt fjald fyri at koma til Føroya – uttan at kalla tað eitt gjald fyri smittuverjandi tiltøk.

Hinvegin vísir hann á, at í londunum rundan um okkum er tað ókeypis at verða kannað fyri koronu við landamøtkini.

Partamaður hansara, Johan Dahl, heldur, at nú er tað nakað seint at tosa um at krevja gjald frá ferðafólkið í ár, tí ferðafólkatíðin er um at vera av, so tað er eitt sindur órættvíst at seta gjalda so seint í ferðafólkatíðini. Tí heldur hann, at myndugleikarnir eiga at hava eina greiða ætlan á økinum til næsta ár.