Ránsferðin hjá menniskjum í náttúrini má halda upp at. Tað halda tey í Unga Tjóðveldi og í eini fráboðan nú á miðdegi heita tey á landsstýri um at leggja eina greiða ætlan fyri, hvussu vit gera Føroyar leysar av oljuni.
Skulu vit loysa umhvørvistrupulleikarnar í heiminum í dag, er ikki nokk bara at snakka um teir, tí tað, vit hava brúk fyri, er at okkara lív verður kollveltandi broytt, halda tey.
Tey siga, at tað fyrsta, sum krevst, er at seta tiltøk í verk fyri at avmarka nýtsluni av einnýtisplasti og plastposum. Men tað skal nógv meiri til, tí tað er eisini neyðugt at gera upp við teir óvanar vit hava, at tveita ein hóp av góðum mati burtur, at vit, sum heild, brúka ov nógv, eisini av dálkandi orkukeldum.
Allir almennir stovnar eiga at gevast at nýta einnýtis borðbúnað og tað eigur ikki at vera loyvt at tveita nakað frá sær í náttúruni. Tvørtur ímóti skulu tey, sum tveita frá sær, revsast við bót, halda tey. Í hesum sambandi halda tey, at eitt hugskot kundi eisini verið at fingið fleiri ruskspannir í býum og bygdum í Føroyum, so at rusk verður burturbeint á rættan hátt.
Tey halda eisini, at vit mugu gevast bara at hugsa um fíggjarligan vinning, tí tað er løtuvinningur. Annars halda tey eisini, at tað átti saktans at verið ein góð íløga at tryggja komandi ættarliðum ein heim at vera í, og tað ber ikki til at eta pengaseðlar.
Tey í Unga Tjóðveldi vísa á, at í dag hugtakið bruttutjóðarúrtøka skal víðkast til eisini at umfata lívfrøðiliga margfeldni og fíggjarligan ójavna í samfelagnum.
Hetta kann geva okkum eina betri fatan av, hvat búskaparligur vøkstur er, tí í sjálvum sær er búskaparligur vøkstur ikki góður. Veksur búskapurin, meðan plantur og dýr doyggja út, er tað ein negativ gongd, halda tey.
Tey halda eisini, at landsstýrið eigur eisini beinanvegin at seta greið mál fyri okkara orkunýtslu. Ætlanin hjá Sev um at øll orka skal vera grøn í 2030, verður er trupul at fremja, og her eigur landið at hava ein virknan leiklut og vera við til at gjalda, hvat tað kostar at seta ferð á at útbyggja av varandi orkukeldur, halda tey í Unga Tjóðveldi.