Vit taka undir við, at tað er forboðið at súkkla í Eysturoyartunlinum. Tað sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.
Tað er forboðið at súkkla ganga, og at koyra á skutara, ella prutli, í Eysturoyartunlinum, og tað elvdi til nógv orðaskifti í gjár.
Orðaskiftið tók seg upp í kjalarvørrinum á, at tríggir mans fóru ígjøgnum tunnilin á súkklu tíðliga í gjáamorgunin, men løgreglan tók teir og gav teimum eina bót.
Les meiri um tað her: Teir fyrstu hava longu fingið bót í Eysturoyartunlinum
Súkklararnir sjálvir siga, at teir vistu av, at tað er forboðið at súkkla í tunlinum, men tað skilja teir púra einki av.
Les meiri um tað her: Teir skilja ikki at tað er forboðið í Eysturoyartunlinum
Lovisa Petersen Glerfoss sigur, at á Ráðnum Fyri Ferðslutrygd taka tey undir við, at tað er forboðið at súkkla í tunlinum. Hon vísir á, at tað hevur áður kostað mannalív, at fólk hava súkklað ígjøgnum tunlar.
Hon vísir eisini á, at tað er eisini bannað at yvirhála í tunlum, og tað merkir, at akfør, sum koyra seint, tarna ferðsluni, og tað er ikki ein ynskilig støða, serliga í einum tunli.
Hon sigur, at vit kunnu hugsa okkum, at stór súkklulið fara gjøgnum tunnilin, kann tað tarna aðrari ferðslu so illa, at tað er ikki er ein ynskili støða íeinum tunli.
Hon vísir á, at tað er heldur loyvt at steðga á í tunlinum, ella at fara úr bilinum, uttan í neyðstøðu.
Hon minnir á, at hendur ein vanlukka í einum tunli, eru avleiðingar ofta álvarsligari enn annars. Ikki minst er tað serstakliga álvarligt, skuldi tað hent, at eldur kemur í eitt akfar í einum tunli, tí tað ger so nógvan varma í tunlinum, at vanlukkan kann skjótt verða nógv álvarsligari enn annars.
Spurningurin er so, hví tað er forboðið at súkkla í Eysturoyartunlinum, sum er bæði ljósur og rúmligur, men at tað er loyvt í øðrum tunlum, sum bæði eru nógv smalari og nógv myrkari.
Hon sigur, at Eysturoyartunnilin er ein nýggjur tunnil, sum er rættiliga langur og trygdarviðurskiftini eru løgd eftir tí. Aðrir tunlar eru gjørdir í eini aðrari tíð, tá ið trygdarkrøvini vóru nøkur onnur – men tað er eisini longdin á tunlinum, sum hevur týdning fyri trygdarviðurskiftunum, eigur Lovisa Petersen Glerfoss.










