Øll tey mongu tilmælini, sum eldrabólkurin hjá Tórshavnar Kommunu, mælir býráðnum at seta í verk, verða ikki gjørd eftir einum ári.
Elin Lindenskov, sum er í arbeiðsbólkinum, sigur, at summi uppskot eru rættiliga dýr og tað tekur fleiri ár at fáa gjørt tey til veruleika.
Men hinvegin er eisini talan um fleiri tilmæli, sum ikki kosta so nógv.
Eitt nú mælir arbeiðsbólkurin til at kommunan setir eina skipan í verk við fyribyrgjandi heimavitjan.
? Talan er ein skipan, har ein sjúkrasystir tvær ferðir um árið vitjar øll eldri fólk yvir ein ávísan aldur, eitt nú 75 ár. Endamálið við vitjanini er at losta ymsum trupulleikum so tíðliga sum gjørligt, áðrenn teir veksa seg stórar.
Elin Lindenskov sigur, at royndir úr Danmark vísa, at hetta er ein bílig skipan, men hon sparir samfelagnum rættiliga nógv, eitt nú heisluverkinum, tí trupulleikarnir kunnu viðgerast beinanvegin.
Onnur mál, sum ikki kosta so nógv, er at skipa eitt eldraráð.
? Tórshavnar kommuna eigur at orða eina reglugerð fyri eitt eldraráð og virka fyri at seta á stovn eitt lokalt eldraráð.
? Seta vit eitt eldraráð á stovn í kommununi, virka vit samstundis fyri størri borgaraávirkan og fólkaræði.
Fundir fyri komandi fólkapensiónistum
Fyri at gera tað lættari at gerast fólkapensiónistur í Tórshavnar kommuna, eigur kommunan regluliga at skipa fyri kunnandi fundum.
Miðast skal fram ímóti, at allir borgarar, sum gerast fólkapensiónistar, fáa sendandi ein faldara við upplýsingum um, hvørji rættindi og tilboð ein sum fólkapensiónistur hevur í kommununi. Eisini eigur regluliga at verða skipað fyri kunnandi fundum.
Fundirnir eiga at verða fyriskipaðir av sosialu deild í samstarvi við Tilhaldið í Tórsgøtu. Ynskiligt hevði verið, um aðrir myndugleikar, so sum Heimarøktin og Almannastovan, eisini kundu luttikið á fundunum. Kunningin eigur at fevna um rættindi, skyldur og tilboð til fólkapensiónistar í kommununi.
Á fundunum skal vera møguligt at seta spurningar og at tosa við aðrar komandi fólkapensiónistar í kommununi. Fundirnir eigur at verða í Tilhaldinum í Tórsgøtu, sum samstundis kann kunna um virksemið í húsinum.
Áhugafeløg og onnur, sum varða av fólkapensiónistum, eiga eisini at fáa høvi at brúka henda møguleika at kunna komandi pensiónistar um teirra tilboð og møguleikar.
Elin Lindenskov sigur, at tað kostar heldur ikki serliga nógv at samskipa upptøkuna til teir ymsu stovnarnar o.s.fr.
Stovnarnir kosta
Elin Lindenskov sigur, at tað, sum veruliga kostar, er at útvega fleiri stovnspláss til tey eldru.
Men av tí, at tað er greitt, at tørvurin er stórur, og verður enn størri, mælir arbeiðsbólkurin býráðnum til at byggja nýtt røktarheim og sambýli og, ella ellisheim yri at nøktatørvin.
Arbeiðsbólkurin mælir eisini til at býráðið miðvíst fer undir at byggja eldraíbúðir, bæði sum eigaraíbúðir og sum leiguíbúðir
Somuleiðis verður mælt til at víðka Tilhaldið í Tórsgøtu.
? Hesi tvey árini, Tilhaldið hevur verið, hava so dyggiliga prógvað, at tað var tørvur á tí, tí har hevur verið nógv meiri fólk, enn nakar roknaði við. Fyribils tøl fyri í ár vísa, at helst hava yvir 10.000 fólk verið í Tilhaldinum, tá ið árið er av.
Arbeiðsbólkurin mælir tí býráðnum til at taka endaliga avgerð um at gamla Føroya Banka húsið verðru brúkt til frama fyri tey gomlu, tó so at samstarv verður við kvøldskúlan, til hansara hølistrupulleikar eru loystir.
Somuleiðis vísr kanningin at tað er stórur tørvur á eini døgnvakt við tilkalliskipan, tí tað eru mong, sum høvdu kent segt tryggari heima, um tey vistu, at tað bar til at fáa hjálp um náttina, um illa vildi til. Hetta hevði eisini spart fleiri innleggingar á sjúkrahúsið.
Somuleiðis verður mælt til at bøta um umstøðurnar hjá teimum eldru, sum ganga í barndømi. Eitt uppskot er at skipa fyri, so at tað ber til at skipa dagumlætting til tey, sum ganga í barndømi. Men niðurstøðan er eisini, at tað er neyðugt við einum umlættingarheimi til hesi fólkini. Og at enda verður mælt til at gera eitt sambýli til hendan bólkin.