- Eftir trupla várið hjá matstovunum byrjar nú at síggjast, at gongd aftur er í gastronomiska rákinum, og serliga eru tað okkara egnu føroysku rávørur, sum vera brúktar og nýtulkaðar.
Tað sigur Johan Mortensen, íbirtari og slóðari.
Hann vísir á, at tiltøk hava eisini verið, sum hava sett fokus á arbeiði hjá bøndrum, og herfyri var tiltak í Miðvági, har tey skipaðu fyri fuglakvøldi.
Í Klaksvík verður eisini skjótt eitt sonevnt riv-kvøld við rivum úr Fugloynni.
- Matstovurnar Heima í Havn - eina mest Áarstova - eru undangongu matstovur við árligum tiltøkum, har rávørurnar fylgja árstíðini.
##med2##
Johan Mortensen fegnast eisini um rákið heima á Sandi við lutfalsliga stórari grønmetisframleiðslu sum telist millum heimsins bestu og frískastu.
- Komandi fríggjakvøld og leygarkvøld fer Áarstova at hava sonevnd heystarkvøld, har dentur verður lagdur á úrdráttir úr føroyskum seyði - saman við grønmeti av Sandi.
Íbirtarin og slóðarin veit at siga, at á tiltøkunum í Áarstovu hesi bæði kvøldini verður eisini borðreitt við sjampanju, góðum víni og Mikkeler bjóri.
##med3##
##med4##
##med5##