Chelsea er nú greiður favorittur at vinna sær Champions League fótbólt, meðan West Ham og Liverpool ikki tóku av møguleikunum. Sheffield United, West Bromwich og Fulham standa ikki til at bjarga, og Norwich og Watford verða nýggj í Premier League.
Tað mesta av 33. umfari er spælt í Premier League um vikuskiftið. Undantøkini eru dystirnir hjá Manchester City og Tottenham, meðan Leicester og Crystal Palace spæla í kvøld. Í botninum er líkt til at West Bromwich og Fulham flyta niður saman við Sheffield United.
Einasta vónin er, at Sheffield United um vikuskiftið vann á Brighton, sum nú er fimm stig frá niðurflytingarstrikuni. West Bromwich hevði annars um endan á grannunum úr Aston Villa, men í yvirtíðini glapp sigurin, so nú eru sjey stig upp til Brighton. Fulham sær ikki út til at hava viðgongd í løtuni.
Í stríðnum um Champions League plássini til komandi kappingarár, er Chelsea tann stóri vinnarin. Chelsea vann á kappingarneytanum úr West Ham, meðan Liverpool enn eina ferð lorkaði tað burtur. Timo Werner skoraði einasta málið í 1-0 sigrinum hjá Chelsea, meðan Liverpool var á odda 1-0, tá farið var í tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat.
Fyrsta javnaði Callum Wilson fyri gestirnar úr Newcastle, men VAR bjargaði Liverpool, tí endurtøkurnar vístu, at bólturin fór í hondina á Callum Wilson.
Sjálvt við hesi gávuni, so megnaði Liverpool ikki at binda fyri, tí bara minuttin seinni javnaði innskifti Joseph Willock. Hetta er annar dysturin upp í slag, har Liverpool letur mál inn móti dystarenda og nú er Champions League fótbóltur komandi kappingarár bara ein dreymur.
1 | Man City | 33 | 24 | 5 | 4 | 69:24 | 77 |
2 | Man United | 33 | 19 | 10 | 4 | 64:35 | 67 |
3 | Leicester | 32 | 18 | 5 | 9 | 58:37 | 59 |
4 | Chelsea | 33 | 16 | 10 | 7 | 51:31 | 58 |
5 | West Ham | 33 | 16 | 7 | 10 | 53:43 | 55 |
6 | Liverpool | 33 | 15 | 9 | 9 | 55:39 | 54 |
7 | Tottenham | 33 | 15 | 8 | 10 | 56:38 | 53 |
8 | Everton | 32 | 15 | 7 | 10 | 44:40 | 52 |
9 | Leeds United | 33 | 14 | 5 | 14 | 50:50 | 47 |
10 | Arsenal | 33 | 13 | 7 | 13 | 44:37 | 46 |
11 | Aston Villa | 32 | 13 | 6 | 13 | 46:37 | 45 |
12 | Wolves | 33 | 11 | 8 | 14 | 32:45 | 41 |
13 | Crystal Palace | 31 | 10 | 8 | 13 | 33:52 | 38 |
14 | Burnley | 33 | 9 | 9 | 15 | 30:45 | 36 |
15 | Southampton | 32 | 10 | 6 | 16 | 40:58 | 36 |
16 | Newcastle | 33 | 9 | 9 | 15 | 36:54 | 36 |
17 | Brighton | 33 | 7 | 13 | 13 | 33:39 | 34 |
18 | Fulham | 33 | 5 | 12 | 16 | 25:43 | 27 |
19 | WBA | 33 | 5 | 10 | 18 | 30:64 | 25 |
20 | Sheffield Utd | 33 | 5 | 2 | 26 | 18:56 | 17 |