Løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard heldur, at yvirlýsingin hjá løgmanni og danska forsætisráðharranum um at gera eina nýggja yvirtøkulóg boðar frá góðum í sambandinum millum Føroyar og Danmark.
? Tað er gott, at vit umsíðir kunnu fáa frið í tí áhaldandi stríðnum millum føroyskar og danskar myndugleikar. Um lógin kemur at innihalda tað, sum tað verður lagt upp til í yvirlýsingini, so er hon eitt framstig fyri føroyingar, sigur Kári P. Højgaard, sum er einasti tinglimur fyri Sjálvstýrisflokkin.
Taka stig frameftir
Hann heldur, at tað týdningarmesta í lógini er, at føroyingar verða viðurkendir av dønum sum eitt sjálvstøðugt fólk, og at føroyingar sjálvir kunnu gera av, um teir vilja fremja yvirtøkur.
? Tað er umráðandi, at vit taka stig frameftir og ikki binda okkum fastari í danska ríkið. Um endaliga yvirtøkulógin kann syrgja fyri tí, so er tað at fegnast um.
? Yvirtøkulógin kann lætta um mannagongdina, tá ið vit skulu taka yvir, og ósemjur við danir kunnu ikki forða fyri yvirtøkum. Nú vóni eg, at tær ítøkiligu yvirtøkurnar, sum verða fyrireikaðar, eisini kunnu gjøgnumførast í hesum valskeiðnum, sigur Kári P. Højgaard.