Verkfall
? Eitt verkfall, sum hetta er ómetaliga óheppið.
Rói Egholm á fiskasøluni, Farex, sigur, at verkfallið hevur rakt útflutningin av fiski hart.
Men hann heldur ikki, at teir beinleiðis hava mist sáttmálar av verkfallinum.
? Vit hava sáttmálar, sum ganga yvir langa tíð, men verkfallið hevur so gjørt tað, at teir verða skumpaðir eitt sindur longri fram í tíðina, enn ætlanin annars var.
Hann sigur, at trupulleikin, sum er tyngstur at vinna á, er marknaðurin fyri feskan fisk.
?Har selja vit viku fyri viku og tá ið vit ikki fáa leverað, leita keypararnir aðrastaðni eftir fiski. Tì verða vit noyddir at brúka nógvar kreftir uppá at koma inn aftur á marknaðin. Og tá ið vit eru burtur frá marknaðinum í ein heilan mánað, er tað ógvuliga strævið at koma inn aftur á marknaðin.
Hann sigur, at keypararnir hava nevniliga heldur ikki gloymt, at verkfall var eisini fyri tveimum árum síðani, tí skal nógv til at sannføra teir um, at vit framvegis eru verdir at handla við.
Men hann veit ikki um vit fara at missa keyparar í longdini, men tað er ilst at siga.
?Vit hava væl av fiski og tað fara altíð at verða keyparar. Men keyparar illneitast inn á føroyingar og trupulleikin fer serliga at stinga seg upp, tá ið marknaðurin er vánaligur.
? Tá ið marknaðurin er vánaligur, loysir tað seg serliga væl at hava góð viðurskifti við keyparnarnar, tí so raðfesta teir teg frammaliga, táið teir keypa fisk.
? Men, sum umstøðurnar eru nú, skulu vit ikki vænta at fáa tað raðfestingina, sum vit hava brúk fyri, táið marknaðurin er vánaligur . Tá fara teir at brúka tað ímóti okkum at vit ikki fingu levera í fýra vikur og tað kann kosta okkum í longdini, sigur Rói Egholm.
Misnýta samráðingarrættin
Rói Egholm sigur, at hesi verkføllini, sum eru í Føroyum, koma ikki fyri aðrastaðni.
? Vit hava sæð, at verkføll eru í Fraklandi og aðrastaðni. Har gongur tað ógvuliga hart fyri seg við umfatandi herverkum, men tað er ikki meir enn nakrar heilt fáar dagar, so verður ósemjan loyst.
Hann sigur, at heilt stóri trupulleikin í Føroyum er, at tey, sum hava samráðingarættin fyri føroyska arbeiðsmarknaðinum, brúka hann ikki.
? Tey, sum hava samráðingarrættin, hava eina ómetaliga stóra ábyrgd og tey mugu taka fulla ábyrgd av samráðingarrættinum, so at samfelagið ikki bløðir so illa, sum tað hevur gjørt, tí at hesin rætturin verður misrøktur, sigur Rói Egholm á Farex.
MYND AV RÓA EGHOLM
-Trupulleikin í Føroyum er, at tey, sum hava samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinu, brúka hann ikki, sigur Rói Egholm á fiskasøluni, Farex