- Eg haldi man kann siga, at tað er forstáilsi fyri mínum ætlanum í samgonguni, sigur løgmaður.
Samgongufundur var seinnapartin í dag, og Rás 2 fekk orðið á løgmann eftir fundin. Løgmaður greiddi frá, at hetta var fyrsta høvi hjá samgonguni at tosa saman, síðani løgtingsformaðurin brádliga sendi Løgtingið til hús áðrenn onnur viðgerð av fiskivinnunýskipanini kom fyri á tingi.
Hann sigur, at á fundinum í dag, hevur samgongan viðgjørt, hvørji mál verða viðgjørd í komandi tingsetu og í hvørjari raðfylgju, tey verða løgd fyri løgtingið.
- Tað er tað, sum vit hava viðgjørt í dag, fyri at tryggja okkum, at tað er forstáilsi fyri ætlanunum hjá landsstýrinum fyri komandi tingsetu, sigur løgmaður, sum altso heldur, at eitt slíkt forstáilsi er í samgonguni eftir fundin.
- Nú verður ólavsøka um nakrar fáar dagar, og tá koma vit inn á øll tey stórmál, sum samgongan hevur sett sær fyri og ætlar sær at loysa komandi tíðina, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Um fiskivinnunýskipanaruppskotið sigur løgmaður, at ongar størri broytingar eru í uppskotinum, sum verður lagt fyri løgtingið á ólavsøku.
- Nógv hevur verið frammi um, at tað vóru gjørdar heilar 42 broytingar í vinnunevndini, men ein stórur partur av teimum vóru tekniskar broytingar, altso uttan politiskar broytingar. Men nakrar, einar fimm, seks, vóru innihaldsligar og politiskar broytingar, og vit hava viðgjørt á samgongufundi í dag, hvørjar av teimum broytingunum, sum vinnunevndin skeyt upp, skal man taka við í uppskotið, áðrenn tað verður lagt fyri løgtingið. Man hevur eitt felags forstáilsi um hvat skal vera við og tað verður arbeitt víðari við tí, og so verður uppskotið lagt fyri løgtingið eftir ólavsøku, sigur løgmaður.
Hann væntar ikki, at nakar fer at verða tikin á bóli av løgmansrøðuni.
- Um fólk kenna samgonguskjalið væl, vera tey ikki yvirraskaði. Man roynir at vera nokk so greiðir í ólavsøkurøðuni, soleiðis at eingin ivi er um, hvørji mál samgongan ynskir at fáa avgreitt í næstu tingsetu, sigur Aksel V. Johannesen.
Trýst undir myndina fyri at hoyra alla samrøðuna við Aksel V. Johannesen, løgmann.