- Tað er festligt, har føroyingar koma saman!
Soleiðis sigur Hanna Heiniger-Thomsen, sum er ein av fleiri føroyingum, ið búgva í Sveis. Nakrir føroyingar og føroyavinir í Sveis hava júst havt hittst, sum tey plaga at gera á hvørjum ári.
- Í ár vóru vit í syðra parti av Schweiz og vitjaðu Snorra og Lionel, sum høvdu skipað fyri árliga tiltakinum hjá Føroyingum og Føroyavinum búsitandi í Schweiz. Vit hugnaðu okkum í einastandandi vakra umhvørvinum við Lago Maggiore í Tessin, sigur Hanna Heiniger-Thomsen.
##med2##
- Turr grind, turrur fiskur og spik, sum Malan og Kristian Hansen høvdu tikið við úr Føroyum, stóð á borðinum.
Føroyingarnir gleða seg longu til 5. september 2020, tá teir fara at hittast í Kanton Aargau.