Tað er fantastiskt at eiga Havnina

Marjun Danberg er sera fegin um sigurin á Kyndli. – Vit eiga Havnina, og tað er fantastiskt, sigur hon

Neistin vann slagið um høvuðsstaðin.
Munurin var greiður. Átta mál skiltu liðini.
Marjun Danberg, Neistin, er fegin.
- Vit hava ofta havt trupulleikar við Kyndli seinastu árini. Vit prógvaðu í dag, at vit eru betri, enn vit hava síðst í seinastu grannauppgerðunum, sigur hon við heimasíðuna hjá Neistanum.
Úrslitið var 29-21. Neistin fór frá grannunum so líðandi, og tað var ongantíð líkt til, at Kyndil fekk stig.

Mistu bóltar
Ein av trupulleikunum hjá Kyndli var, at liðið hevði lítið tol í álopsspælinum. Tær tveittu ov nógvar bóltar burtur, og tá verjuparturin ikki fekk tamarhald á Barbaru Brauer, 10 mál, og Jacklin Durhuus, sjey mál, hevði Kyndil ongan møguleika.
Marjun Danberg sigur, at Neistin vísti sína styrki.
- Tað er heilt fantastiskt at vinna so greiðan sigur. Vit eiga Havnina, og tað er fantastiskt. Næsti dysturin er móti Kyndli í steypakappingini, og tá fara vit eisini at vísa, hvar skápið skal standa, sigur Marjun Danberg við neistin.fo.
Tá liðini hittust fyrr í hesum kappingarárinum, vann Neistin við tveimum málum – 20-18.