Tað er í fínasta lagi at menn tjena meiri enn kvinnur

Kvinnur vilja hava tað soleiðis, tí so kunnu tær vera heima hjá børnunum

Tað er í fínasta lagi, at menn tjena meiri enn kvinnur, og tað er skeivt, at lesandi fáa lestrarstuðul í 12 mánaðir um árið. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot um, at kvinnur, sum halda til í Kvinnuhúsinum, eisini skulu fáa rætt til tað serliga familjuískoytið, sum verða latið til uppihaldarar, sum fíggjarliga eru serliga illa fyri. Mest markantu støðuna hevði Jógvan á Lakjuni, tí hann fekk snarað kjakið tann hugsjónarliga vegin, og í hesum sambandi fekk hann bent kjakið inn á spurningin um javnstøðu ímillum kynini, og um almannaveitingar í síni heild.

 

Serliga sær hann ein vanda í tí hann heldur, at summir politikarar vilja, og tað er at øll skulu hjálpast til alt. Hann heldur, at við einum slíkum hugsunarhátti er vandi fyri at øll ábyrgd verður tikin frá fólki. 

 

Hann heldur, at eitt er, at stakar mammur eru í fíggjarligari neyð, og í bústaðarneyð, men eingin spyr hvar pápin er, og hvar ábyrgdin hjá honum er at taka sær av sínum egnu. Tað er ein vandamikil gongd, at tað almenna tekur ábyrgdina frá fólki, eisini frá teimum, sum kanska liva ábyrgarleyst upp á nógvar máta.

 

Og hann heldur, at tað er vandi fyri, at tað er nettupp hesin hugsunarháttur, sum er orsøkin til, at vit fáa stakar uppihaldarar. Hann ávarar ímóti at tað almenna skal taka sær av øllum, tí tað ber ikki til og vit koma í neyð av tí.

 

Hann leggur dent á, at her hugsar hann ikki um fólk, sum veruliga hava brúk fyri hjálp, tí tað eru tað summi sum hava, bæði av sjúku, og øðrum viðurskiftum. Men avleiðingin av, at vit partú skulu hjálpa øllum til alt, er sjálvandi, at vit ikki hava ráð at veita teimum, sum veruliga hava brúk fyri tí, eina ordiliga hjálp, sigur hann. 

 

Hann hevði eisini eina ávaring til tey, sum harmast um, at kvinnur ikki arbeiða fullan dag og sostatt tjena minni enn menn.

 

– Tað er í fínasta slag at menn tjena meiri enn kvinnur, og tað halda kvinnurnar eisini sjálvar. Í nógvum førum skipa familjurnar seg soleiðis, at menninir tjena meiri, fyri at kvinnurnar kunnu loyva sær at tjena minni, so at tær ístaðin kunnu taka sær av børnunum, heldur Jógvan á Lakjuni.

 

Annars tjena kvinnur akkurát líka nógv sum menn fyri sama arbeiðið, leggur hann afturat.

 

Hann vísir eisini á, at til fyri stuttum fingu lesandi lestrarstuðul í 11 mánaðir um árið, men síðani er tað broytt soleiðis at tey nú fáa stuðul í 12 mánaðir um árið. Og tað heldur hann slett ikki er gott, tí tað tekur ábyrgd frá fólki, tí so sleppa tey sjálvi undan at taka ábyrgd og at taka nakra sjálvstøðugar avgerðir.