Tað er serliga ein høvuðstrupulleiki, sum forðar fyri eini semju ímillum samgonguna og Sambandsflokkin um eina nýggja fiskivinnuskipan.
Tað staðfestir Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og tingmaður floksins.
Og tað er kravið um at fiskirættindini skulu seljast á uppboði eitt heilt stutt áramál ísenn.
Hann sigur, at væl er ósemja um alskyns viðurskifti, bæði kvotuskipan og eigaraviðurskifti og annað mangt. Men størsti trupulleikin er uppboðssølan av fiskirættindi.
Og hann skilir tískil ikki, hví samgongan tvíheldur um hetta kravið, tí eftir hansara tykki er tað onki, sum verður betri, tá ið fiskirættindi verða seld á uppboði í nøkur fá ár ísenn.
Hinvegin er Sambandsflokkurin eisini til reiðar at selja nýggj fiskirættindi, vit fáa, á uppboði, men tað skal verða fyri nógv ár hvørja ferð, kanska í átta ár hvørja ferð og verða tey ikki søgd upp, halda tey fram hjá sama reiðara av sær sjálvum.
Tað er ikki serliga hugaligt hjá einun politikara at býta fiskirættindi ímillum reiðararnar og tí er tann frægasti útlutingarháttur at bjóða tey nýggju rættindini út sum langtíðarloyvi.
– Tá ber til hjá reiðarum at skipa seg, so at teir fáa sum mest burtur úr, sigur Bárður á Steig Nielsen
Hann sigur, at hetta fer heldur ikki at sleppa fleiri vinnulívsfólkum upp í fiskivinnuna, tí tað verða bara teir peningasterku reiðararnir, sum hava ráð at bjóða – og tað eru nettupp teir verandi reiðararnir, kanska alivinnan og onkur einstakur afturat, men felags fyri tey, er, at tey eru øll í høvuðsvinnuni frammanundan.
Hann heldur, at ein uppboðssøla fer eisini at liggja sum ein støðug hóttan ímóti reiðarum og fer at trýsta teir til at bjóða hægri enn ráðiligt er fyri ikki at missa rættindi.