Eftir at liðini í tríggjar mánaðir hava fyrireikað seg, so varð sunnudagin farið undir 2007 landskappingina. Mál vórðu skorað í øllum fimm dystunum, og í øllum førunum varð ein vinnari funnin. Allir dystirnir endaðu við sigri til liðini, sum vórðu roknað at vera favorittar.
Fótbóltslíkindini vóru ikki so galin, tá ið hugsað verður um árstíðina, og fótbóltsspælið var í flestu førum soleiðis, sum tað kann roknast við, at tað er í fyrsta umfarinum í landskappingini.
Meistararnir í HB hava ikki tapt síðani eina ferð tíðliga síðsta summar. HB legði sera bragdliga fyri á Skála. Fyritreytirnar hjá meistarunum vóru einki serligar sammett við mótstøðuliðið. Fleiri av lyklaspælarunum vóru á møðsamari landsliðsferð í Georgia. Hetta vóru teir sjálvandi móðir av, og tá ið lyklaspælarar vóru í Georgia bar tað ikki til í HB at fyrireika seg til ferðina inn á Skála so væl, sum tað annars hevði verið ynskiligt.
Tí lúrdi møguleikin fyri, at Skála kundi fáa eitt stig ella kanska syrgja fyri, at havnarmenninir einki fingu við sær til hús. Soleiðis tørnaði tað als ikki út. HB smurdi Skála av.
Gongdin og úrslitið sigur, at HB er framúr væl fyri, og tað setur samstundis spurnartekin við, hvussu væl Skála er fyri.
Tríggir sigrar vórðu vunnir á útivølli.
NSÍ, sum so ógvuliga fegið vil vera við í stríðnum um toppplaseringarnar, fekk fult á Sandi. Tað tók sína tíð hjá NSÍ at fáa sigursmálið. At tað í síðstu løtu eydnaðist ber boð um, at marginalirnir vóru við, og at B71 misti á stokkinum ber boð um, at uppflytararnir ofta hava tað torført.
Ábendingar í Gøtu
Ársins lið størsta partin av kappingini í fjør, EB/Streymur, var í stórum stríði í Gøtu. Tað eydnaðist felagsliðnum at sleppa til hús aftur við øllum. Marginalirnir vóru á teirra síðu, og tað kann væl vera, at hetta var fyrsta staðfestingin av, at felagsliðið aftur í ár fer at kappast í toppinum, meðan GÍ fer at kenna stríðið torførari enn so.
Skírisdag skulu Skála, B71 og GÍ spæla á útivølli. Í førunum hjá Skála og B71 verður talan um ógvuliga torførar uppgávur. Skála skal til Streymnesar, og B71 skal í Gundadal at spæla ímóti HB. Gongdin og úrslitini í hesum báðum dystunum fer at vísa, um eitt nú Skála og B71 beinanvegin so at siga fara at koma undir trýst.
Á pappírinum tykist uppgávan hjá GÍ lættari. Gøtumenn skulu fyri fyrstu ferð spæla landskappingardyst á Argjum.
Heimasigrunum í fyrsta umfari stóðu B36 og VB/Sumba fyri. KÍ og AB fóru til hús aftur sum av torvheiðum. Í báðum førum var talan um 1-0 heimasigrar. B36 skal Skírisdag spæla í Runavík, meðan VB/Sumba skal til Klaksvíkar.
Klaksvíkingar kunnu ivaleyst liva við, at teir taptu 1-0 í Gundadali ímóti B36. Í fjør vóru teir tvær ferðir í høvuðsstaðnum og spældu ímóti B36, og tá fingu teir báðu ferðirnar góða úrtøku. Fyrru ferðina endaði tað 1-1, og seinnu ferðina vunnu teir 5-1. 1-0 tapið hesa ferð er neyvan nøkur skandala. Hon fer av álvara at spøkja, um KÍ Skírisdag ikki fer at megna at fáa fult, tá ið teir fara at fáa vitjan av VB/Sumba. Men úrslitini hjá KÍ á heimavølli í fjør bera ikki boð um, at klaksvíkingar duga serliga væl at gagnnýta heimaskansan, um talan yvirhøvur er longur um nakran skansa.
Tólv mál í fimm dystum er ikki heilt av leið, men tað hevði havt verið soltið, um HB og Skála ikki høvdu havt skorað tilsaman sjey mál.