Tað er einki minni enn fúl skomm

1. januar kom nýggj bókasavnslóg í gildi í Føroyum, men lógin kann ikki setast í verk, tí at nærum eingin játtan fylgir við henni.

Í samrøðu við blaðmann á Dimmalætting vísir Løgmaður á, at nýggja bókasavnslógin ongantíð átti at verið samtykt í verandi líki. Løgmaður verður endurgivin fyri at siga: "Tí standa vit í dag við eini bókasavnslóg, sum í verandi líki ikki tekur hædd fyri, at bókasøvnini í framtíðini ikki fara at hava tað býtið millum land og kommunur, sum tey hava í dag" og hann sigur, at av hesi grund má lógin aftur ein túr í tingið. Løgmaður sigur harafturat í samrøðuni, at avgerð og ábyrgd má fylgjast við nýggja býtinum millum land og kommunur.
Aftan á at hava lisið omanfyristandandi viðmerkingarnar hjá Løgmanni um nýggju bókasavnslógina, setti eg mær sjálvum nakrar spurningar, um Løgmaður ynskir tað, er hann vælkomin at svara teimum:
Skal eg skilja Løgmann soleiðis, at orsøkin til, at neyðugi peningurin til at seta nýggju bókasavnslógina í verk ikki varð játtaður, er at býtið millum land og kommunur ikki er, sum hann kundi ynskt sær tað?
Eru vit komin hartil í Føroyum, at tað er loyvt Landsstýrinum, við Løgmanni á odda, at boykotta eina lóg, sum er samtykt av Føroya Løgtingi, tí hon inniheldur eina einkulta petitessu, sum Løgmanni ikki hóvar?
Er tað rímiligt, at landið skal liggja í bókasavnslógloysi, meðan vit bíða eftir hasum vælsignaða býtinum millum land og kommunu, sum kanska fer at koma einaferð, kanska ikki - er hetta ikki fullkomiliga vitleyst?
Hevur man kannað, hvat hendi í t.d. Danmark, tá tær einstøku kommunurnar í høvuðsheitum fingu ábyrgdina av at reka bókasøvnini? ... er tað avgjørt neyðugt, at vit endurtaka tey somu mistøkini, ið onnur longu hava gjørt?
Seinast í samrøðuni við blaðmannin leggur Løgmaður á allarbesta Nýrupskan hátt áherðslu á, hvussu avgerð og ábyrgd má fylgjast. Soleiðis skal tað vera Løgmaður, greið tala!
Og eg fari í hesum sambandi at minna Løgmann á, at Løgmaður, Landsstýri og øll aðalstýrini eins og vanligi borgarin hava ábyrgd av at fylgja teimum avgerðum ella lógum, sum eru samtyktar á Føroya Løgtingi. Men í hesum førinum, eins í so nógvum øðrum seinastu árini, hevur hetta ikki verið gjørt.
Ein kann bert enn einaferð staðfesta, at ovastu myndugleikar landsins als onga virðing hava fyri landsins lógum og bróta tær uttan at blunka. Í teirra verð kundi ábyrgd tað sama verið ein býur í Kina. Tað tykist sum um skomm ikki er skapt í hesum myndugleikum okkara, men tað skerst ikki burtur, at vit eru mong, sum skammast teirra vegna.

P.S.
Gud viti hvat hevði hent, um onkur gloymdi ella fekk hug at gloyma, at játta neyðuga peningin til ein nýggjan Smyril ? hetta er heilt óhugsandi!
Ja, tað er tað, men tá tað kemur til mentan, ber alt til - ikki so?