Vatn
Viggo Christiansen, sum er vatnmeistari í Tórshavnar Kommunu, sigur, at tá søgur fara at ganga um, at drekkkivatnið er dálkað, gerast fólk sjálvandi órógvað. Liggja fólk um somu tíð við spýggisjúku og leysum lívi, er sannlíkt, at tey halda, at orsøkin er drekkivatnið.
Hann vísir á, at fólk í seinastuni hava ligið við spýggisjúku og leysum lívi, men hetta er ikki bara í Havn, eisini kring landið og eitt nú á Skálafjørðinum, har fleiri fólk hava ligið sjúk.
Eingin staðfesting
Vatnmeistarin sigur, at herfyri varð staðfest, at nakrir enterokokkar vóru í drekkivatninum í parti av høvuðsstaðnum, men hvørki e.coli ella koliforma bakteriur eru staðfestar í vatngoymslunum í Villingardali ella Havnardali.
- Vit hava ikki havt slíkar trupulleikar við vatninum, síðan vit høvdu eitt brek á reinsiverkinum í Villingardali í fjør heyst, sigur vatnmeistarin.
Hann vísir á, at Tórshavnar Kommuna veit ikki orsøkina til, at enterokokkar vóru funnir fyri umleið 10 døgum síðan, men nú vísa kanningarnar, at vatnið er í lagi.
- Nýggjar kanningar eru nú gjørdar. Faroe Seafood hevur gjørt tvær, og vit hava gjørt eina á Faroe Seafood í Havn og eina á Mjólkarvirkinum fyri at staðfesta, hvussu vorðið er í Eysturbýnum.
Viggo Christiansen sigur, at í løtuni er einki staðfest nakrastaðni.
- Faroe Seafood hevur eisini havt kanningar til dyrkingar seinastu dagarnar, og soleiðis sum eg havi skilt á teimum, sum standa fyri laboratoriunum hjá teimum, hava hesar kanningar ikki staðfest nakað óvanligt hesar seinastu dagarnar, sigur hann.
Umfatandi kanning
Vatnmeistarin sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan skipar fyri, at ein stór kanning av vatninum verður gjørd einaferð um mánaðin, og hendan kanning plagar at verða tikin fyrsta týsdag í hvørjum mánaða.
- Tíggju royndir verða tiknar ymsastaðni í kommununi – og ikki bara í Havn. Hesar royndir verða kannaðar nú, og um einar tríggjar dagar hava vit úrslitini, sigur hann.
Viggo Christiansen vísir á, at hetta er ein reglulig kemisk-og mikrobiologisk kanning, sum er rættiliga umfatandi.
Hann sigur, at Tórshavnar kommuna heldur seg til eina norska skipan, sum merkir, at tá einki vísir seg at verða í einari seinni kanning, sum kemur eftirfylgjandi einari fyrru, verður ikki meira burtur úr mótvegis borgarunum.
- Orsøkin til, at vit hesaferð vendu okkum til stovnar, har heilsuveik fólk og børn eru, var kanningin, sum herfyri vísti, at nakrir enterokokkar vóru staðfestir, sigur vatnmeistarin.
Eftir stóru kanningina, sum nú er tikin á tíggju ymiskum støðum, fæst seinni í hesi vikuni neyvari greiða á, hvussu støðan er.
Heystið ringast
Viggo Christiansen sigur, at vanliga er heystið ringasta tíð fyri vatnið, tí tá kunnu vit fáa nógv regn, sum dregur skarn frá seyði og fugl oman í vatngoymslurnar.
- Tað er serliga hendan tíðin, sum kann geva trupulleikar, leggur hann aftrat.