Við Nokia-telefonum er hetta galdandi í tvær vikur, men fært tú trupulleikar við telefonini eftir hetta, so verður hon tikin inn til umvælingar í meðan tú fært eina lánitelefon. Tað sigur Rógvi Róin, sølustjóri hjá Kall.
Kall kundi ikki útflýggja okkum tølini yvir telefonir, tey hava fingið og sum hava verið í ólagi, áðrenn evstamark okkara var, men Rógvi Róin ásannar, at tað er ein trupulleiki, at fartelefonirnar so ofta eru í ólagi.
– Tað er veruliga ein trupulleiki, tí tað skapar misnøgd hjá kundunum. Telefonir eru jú so dýrar, og eg haldi tað er ov vánaligt av veitarunum, at teir ikki kunnu koma við eini betri vøru, sigur sølustjórin á Kall, Rógvi Róin.