Tað er ein ov stórur vági

Sirið Stenberg sýtir fyri at lata Vestmanna kommunu úr VEKS-samstarvinum.

Tað loypti hvøkk á fólk, tá Vestmanna kommuna fyrr í ár boðaði frá, at tey høvdu sent eina umsókn til Heilsu- og Innlendismálaráðið, um at loysa tey úr VEKS-samstarvinum, ið er samstarvið millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunu innan eldraøkið og heimatænastuna.


Sambært Vestmanna kommunu, so var samstarvið ein ov stór fíggjarlig byrða hjá kommununi, og mettu tey, at tað loysti seg betri at sjálvi taka sær av økinum.


Í gjár kundi KVF upplýsa í tíðindunum á middegi, at Vestmanna kommuna hevur fingið noktandi svar frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum.


Við in.fo sigur Sirið Stenberg, at tað er ov stórur vági at loyva Vestmanna kommunu úr samstarvinum.


- Um Vestmanna kommunu skal burturúr samstarvinum, so mugu vit í løgtingið og broyta lógina. Tí tað er við lóg ásett hvussu samstarvsøkini skulu síggja út. Um vit broyta lógina, so stúri eg fyri, at tað verða fleiri kommunur, ið rýma úr teirra samstarvi, og so er grundarlagið undir útleggingini burtur, sigur landsstýriskvinnan.


Harumframt vísir landsstýriskvinnan á, at hon ivast í, um man loysir veruliga trupulleikan við at loyva Vestmanna kommunu úr samstarvinum.


- Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið er farið undir samráðingar um fíggjarleistin. Eg vænti, at tað er har, at veruligi trupulleikin er grivin, og har, at hann verður loystur. Tað er ein stórur vági at loyva Vestmanna kommunu úr samstarvinum, tí eg eri bangin fyri, at tað ikki loysir veruliga trupulleikan, sigur Sirið Stenberg.