Tað er ódn í hvirlunum

Mesti vindurin er á Syðradali og í Klaksvík, har mesti vindurin hevur verið omanfyri 57 metrar um sekundið Tað er av ringasta veðri í morgun. Sambært veðurmátingarnar hjá Landsverki klokkan 10.10, so er mesti miðal vindurin máldur á Norðadalsskarði, har hann er 27,8 metrar um sekundið av ÚSS, á Stórutjørn 25,6 metrar ÚSS um sekundið og í Sandoy 24,4 metrar ÚS um sekundið. Hetta er tað, sum svarar til hvassan storm.

Í hvirlunum er vindferðin nógv størri enn so. Á Syðradali í Kalsoy er størsta vindferðin máld at vera 57,3 metrar um sekundið av LSS, í Klaksvík 57,2 metrar um sekundið av LS og á Kambsdali 48,5 metrar um sekundið av ÚS.

Tað er ódn, tá ið tað eru meiri enn 32,7 metrar um sekundið.

Sambært veðurforsøgnini frá DMI klokkan 9 í morgun, so fer vindurin at minka í kvøld.