Tað er ábyrgdarleyst at bíða í fýra ár

Fólk í Dali kunnu ikki bíða í fleiri ár eftir at fáa tunnil og tískil er uppskot nú lagt Fyri Løgtingið um at gera hann beinanvegin

–Tað hevur skund at fáa tunnilin til Dals gjørdan. Tað halda teir báðir løgtingsmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen. Tískil hava teir nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera tunnil til Dals beinanvegin, og at bjóða arbeiðið út fyri at fáa tað at ganga skjótt.

 

Teir vísa á, at tunnilin kostar 150 milliónir krónur og sostatt skal Løgtingið játta 50 milliónir um árið frá 2019 – 2021, til endamálið, stendur í uppskotinum.

 

Teir vísa á, at bæði Landsverk, fyrrverandi verkkfrøðingur hjá Landsverk,i og Javnaðarmenninir báðir, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, hava penslað út fyri Løgtinginum, og fyri almenninginum, hvussu vandamikil vegurin til Dals er.

 

Teir, sum koyra oljubil eru endurgivnir í løgtinginum fyri at siga, at teir mugu tøma alla oljuna úr bilinum, uttan akkurát tað, teir skulu lata í tangarnar í Dali, fyri at gera bilin lættari, tí vegurin kann fara í havið nær tað skal vera, sum teir báðir javnaðarmenninir málbóru seg, siga Jenis av Rana og Bill Justinussen.

 

Landsverk vísir á, at veggurin til Dals er smalur og á einum longum strekki liggur hann á eini hyll, har tað er steyrrætt í havið og eisini høgt uppfyri. Trupulleikar eru av, at tað bæði ríður undan vegnum, og av at grót ríður oman á vegin úr erva. Hendur tað, kann avleiðingin vera, at tað verður ikki koyrandi í longri tíð.

 

Tí heldur Landsverk at skal hugsast um trygdina, er tað munandi meiri átrokandi at gera Dalstunnilin enn Fámjinstunnilin.

 

Fyrrverandi verkfrøðingur hjá Landsverki, Heini Olsen hevur ført fram, at Dalsvegurin hongur í jarnboltum og tá ið teir eru rustaðir burtur, er vegurin eisini horvin. Nær tað verður, er ilt at siga, men teir hava nú hildið í væl meira enn mansaldur, so fyri at tryggja mannalív má Dalstunnilin verða tann fyrsti tunnilin, sum verður gjørdur.

 

Jenis av Rana og Bill Justinussen halda, at hesar ávaringarnar eiga at verða tiknar í álvara og tí hevur tað skund at gera Dalstunnilin. Samgongan ætlar, at nýstovnaða tunlasjakkið hjá Landsverki skal gera hann, men so tekur tað fýra ár, men so leingi er tað er ábyrgdarleyst at bíða, halda teir.

 

Men verður arbeiðið boðið út, kann tað gerast upp á eitt gott ár, ella so, og tað er hetta, teir báðir í Miðflokkinum, vilja hava Løgtingið at samtykkja.

 

– At lata dalbingar liva við einum vegi, sum av Landsverki, og leiðandi politikarum, verður so lemjandi lýstur, sum Dalsvegurin verður, meta vit vera ábyrgdarleyst, og leggja vit uppskotið fram, fyri at fáa tunnil til Dals gjørdan so skjótt, sum yvirhøvur til ber, siga Bill Justinussen og Jenis av Rana.