Tað er bert í áliti at til ber at vaksa

Hesa yvirskrift yvir røðu sína hevði Pauli Nielsen, rektari, tá 24 nýggir pedagogar seinasta fríggjadag fingu prógv á Føroya Læraraskúla

Rektarin vísti í røðu síni á eitt rit hjá Norðurlendska mentanarstovninum, sum sigur, at Føroyar eru tað norðurlandið, har framhaldandi útbúgvingarskipanin er best útbygd samanborið við fólkatalið.
- Tað hitar at lesa sovorðið, tí tað tykist mangan at vera so, at tað fyrst av øllum er tað, sum vit enn ikki hava megnað, sum vit føroyingar sjálvir gremja okkum um, ella ofta rætt sagt grenja um. Vit tykjast at hava lætt við at finna okkurt at ilneitast um, og ofta gloyma vit tey megnar úrslit, sum vit hava rokkið, segði Pauli Nielsen.
Hann segði, at síðani 1986, tá byrjað varð við pedagogútbúgving á læraraskúlanum, hava út við 200 næmingar fingið prógv sum pedagogar.
 
Útbúgvingin mennast
 
- Í hesum døgum leggur Mentamálaráðið upp til, at pedagogútbúgvingin
verður endurskoðað, og tað gleða vit okkum til her á læraraskúlanum. Eg rokni við, at tit, sum nú verða liðug, og meginparturin av teimum, sum hava gingið her á læraraskúlanum hesi árini, útbúgvingin hevur verið, hava kensluna av, at tit hava fingið eina góða útbúgving, helt Pauli fram.
-          Sjálvur havi eg ta inniligu vón, at  tann endurskoðan, sum nú verður
sett í verk, varðveitir tað besta i teirri útbúgving, sum tit hava fingið, samstundis sum ábøtur verða gjørdar, sum geva møguleika at gera útbúgvingina uppaftur betur, segði hann.
Fyrst av øllum vónar rektarin, at tann opinleiki, sum er í karmunum um útbúgvingina, verður varðveittur. Tað vísir álit, og tað er bara í áliti, at gjørligt er veruliga at vaksa.
Eisini bar hann fram ynski um, at læraraskúlin í framtíðini fær høvi at útbúgva so nógvar pedagogar, at ikki verður neyðugt hjá fjøld av fólki at leita av landinum at fáa hesa útbúgving.
 
Ynski um mót
og góðan vilja
 
- Skal eg halda fram í sama positiva anda, sum eg byrjaði, so er at fegnast um, at eitt sindur av peningi nú verður settur av til tess at bøta um hølisviðurskiftini á skúlanum. Tað er ein góð byrjan og vísir vilja, men meira skal til enn hetta, skal okkara læraraskúli bara fáa nakað, ið líkist teimum umstøðum, sum læraraskúlarnir nógva staðni uttanum okkum hava, vísti rektarin á.
Víðari í røðu síni greiddi hann frá, at læraraskúlin hevur gott samband við pedagogútbúgvingar í hinum norðurlondum, og tað samstarvið úteftir er ætlanin byggja út.
Eftir at hava hugleitt eitt sindur um Friedrich Frøbel, sum sigst vera faðirin at barnagørðunum, endaði Pauli Nielsen, rektari, røðu sína við hesum orðum:
- Eg ynski tykkum og øllum tykkara, ikki minst børnunum, hjartaliga
tillukku við próvnum, sum tit fáa handað í dag, og eg ynski tykkum mót og góðan vilja at menna arbeiðsøki tykkara í komandi tíðum.Tað er mín hjartans vón, at hetta kann verða gjørt í góðum samstarvi við Føroya Læraraskúla.
- Skúli er og verður til eina og hvørja tíð tað besta, sum vit heima hjá
okkum sjálvum eiga á hesum økinum. So lítil og viðbrekin, hann er, hevur hann brúk fyri øllum góðum vilja, skal hann hava sjálvsálit at samstarva á jøvnum føti við samsvarandi útbúgvingar í heiminum uttanum okkum.
-