Tað er bara eitt menn

Fundur undir heitinum, "Tað er bara eitt menn", verður í húsunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag í Bøgøtu mánakvøldið 20. septembur frá klokkan 19.00 - 21.30

Endamálið við fundinum er at gera kvinnur tilvitaðar um - og at økja um kvinnurnar lut í - politisku avgerðarprosessini.
Tað verður Bjørt Samuelsen tíðindakvinna, sum fer at stýra fundinum. Rúna Sivertsen fer at greiða frá, hvønn týdning tað hevur, at kvinnur eru við, har samfelagsligu avgerðirnar verða tiknar. Síðani fara kvinnuligir politikkarar í norðoyggjum at fortelja frá bæði álvarsligum og skemtiligum upplivingum í samband við politiska arbeiðið.
Síðani verður lagt upp til kjak.
Tað er ein áhugabólkur hjá Húsmøðrafelagnum, ið skipar fyri hesum fundi, sum er ópolitiskur. Eftir fundin bjóðar áhugabólkurin ein drekkamunn.
Hugskotið til fundin er sprottið úr tí seminari, sum var á Hotel Føroyum í august fyri kvinnuligar tinglimir í útnorðurlondum.