Tað er bara ein spurningur um tíð

Løgtingsmaðurin, Alfred Olsen, segði seg onga løtu ivast í, at tunnil verður bygdur millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið

Tunnilssamband

Løgtingsmaðurin, Alfred Olsen, helt uppskotið hjá áhugabólkinum um tunnilssamband, vera ógvuliga áhugavert.
Hann segði, at nakrir teirra, sum sita í bólkinum, kenna trupulleikarnar við óneyðuga longu og mangan truplu farleiðini, tí hetta eru menn, sum dagliga ferðast millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin.

Kvalifiseraðir
- Haraftrat kemur, at hesir menn eru ikki hvør sum helst í hesum
viðfangi.
Hann nevndi Tummas Eliasen, sum fíggjarkønan, Niclas Foldbo við
sínum drúgvu tunnilsroyndum og at enda Martin Heinesen, ið er jarðfrøðingur.
- Hetta mugu sigast at vera væl kvalifiseraðir menn til at gera eitt slíkt uppskot, helt Alfred.
Løgtingsmaðurin segði seg onga løtu ivast í, at tunnil verður bygdur millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið.
- Tað er bara ein spurningur um tíð, legði hann aftrat.

Eingin ivi
Alfred Olsen hugleiddi eisini um teir fyrimunir og møguleikar, ein slíkur tunnil kemur at skapa.
Hann tosaði eisini um øktu ferðsluna, sum kemur í kjalavørrinum av einum so góðum sambandi millum Eysturoynna og høvuðsstaðin.
- Eg eri samdur í, at prísurin at ferðast gjøgnum tunnilin eigur at
vera so lágur, at eingin ivi skal vera um, hvønn veg fólk velja at koyra, tá ið tey koma á Skipaneskrossin, segði Alfred Olsen, løgtingsmaður.