Leygardagin hevði Manchester United møguleikan at leggja seg á odda í Premier League, men á útivølli móti Wolverhampton høvdu gestirnir tað torført. Í 72 minuttir gekk illa hjá Manchester United at skapa stórvegis møguleikar uttan Wayne Rooney, men so traðkaði Paul Scholes til. Bólturin endar fyri føturnar á honum í brotssteiginum. Fyrst snýtti hann Wolves-verjuna, áðrenn hann sendi bóltin í handara síðunet til 1-0.
Manchester United á odda í Premier League, og fyri triðju ferð hetta kappingarárið skorar ein Manchester United-spælari sítt mál nummar 100 í Premier League. Bæði Ryan Giggs og Wayne Rooney eru farnir um 100-máls markið hetta kappingarárið.
Tað eru 17 aðrir spælarar, ið hava rokkið 100 málum í Premier League – teirra millum Andy Cole, Teddy Sherringham, Michael Owen, Dwight York og Dion Dublin, ið allir hava umboðað ella umboða Manchester United.
Tað, ið er serligt við Paul Scholes er, at hann er miðvallari, og á listanum eru tað bara hann og Frank Lampard, sum eru miðvallarar. Har eru tó eisini Mattew Le Tissier og Ryan Giggs, sum eisini kunnu roknast fyri at vera miðvallarar, men restin er framherjar. Tað sigur ikki so lítið um mannin við 18-talinum hjá Manchester United.
Øll eygleiða Terry
Í London stríðist John Terry fyri eftirmælinum hjá sær. Um ársskiftið var hann liðskipari á enska landsliðnum og hevði heiti »Father of the Year« í Onglandi. Í dag er hann avsettur sum liðskipari og tað er ilt at ímynda sær, at hann nú hevði fingið flestar atkvøður til heitið »Father of the Year«.
Øll hava eina meining um mannin, sum framvegis er liðskipari hjá Chelsea. Hvørt fet hann tekur, hvør nærdystur og hvør andadráttur verður viðgjørdur, sum var tað heimsfriðurin, ið stóð upp á spæl. Millum teirra, ið eru blivnir sterkari av nógvum mótgangi, eru David Beckham og Cristiano Ronaldo. Nú er so spurningurin, um John Terry ger tað sama ella um bukkar undir fyri trýstinum.
Sunnudagin fekk Chelsea vitjan av Stoke City í fjórðingsfinaluni í FA Cup-kappingini. Frank Lampard legði Chelsea á odda 10 minuttir fyri hálvleik. John Terry var fyrstur á bóltin eftir horna og legði hann fyri føturnar á Lampard, sum smekkaði bóltin í málið.
Um miðjan seinna hálvleik økti John Terry sjálvur, tá hann stútaði eitt horna frá Lampard í mál. Tað sást týðiliga á John Terry eftir málið, at hann ætlar at taka dystin upp við restina av fótbóltsheiminum.
Reading ikki víðari
Chelsea skal í hálvfinaluni møta Aston Villa, sum var á vitjan hjá Reading, ið millum annað sendi Liverpool úr FA Cup-kappingini. Tað sá eina løtu út til, at Reading fór at knekka Villa. Fyrst stútaði Shane Logan heimaliðið á odda. Síðani átti hann seinasta fótin á einum skjótálopi, so Reading kundi fara til hálvleiks við eini tvey máls leiðslu.
Hvat Martin O’Neill, venjari hjá Aston Villa, hevur sagt við sínar spælarar í hálvleikinum, er óvist, men tað riggaði. Áðrenn eitt korter var farið av seinna hálvleiki, høvdu Ashley Young og tvær ferðir John Carew vent dystinum á høvdið. Í seinasta minutti fekk norski framherjin enntá sítt hat-trick, tá hann skoraði upp á brotsspark til endaliga úrslitið 4-2 til Aston Villa. Hin hálvfinalan verður millum Portsmouth og vinnaran av Tottenham og Fulham.
Somu trý eru fremst
Arsenal vann leygardagin í Premier League-kappingini 3-1 á Burnley. Liðskiparin, Cesc Fabregas, legði vertirnar á odda, men David Nugent javnaði fyri Burnley. Við málum frá Theo Walcott og Andrei Arshavin tryggjaði Arsenal sær sigurin á Emirates Stadium. Arsenal hevur nú lagt seg undir liðina á Chelsea við 61 stigum, tvey stig aftan fyri Manchester United. Chelsea hevur ein dyst til góðar í mun til hinum bæði.