Tað endaleysa og

Vladimir Putin lovaði at gera enda á krígnum í Kekenia, men gíslatøkan í Beslan vísir, at enn er langt á mál

Gíslatøka
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Tá Vladimir Putin tók við sum russiskur forseti, lovaði hann, at hann skuldi fá enda á krígnum í Kekenia innan fýra mánaðir. Nú fimm ár seinni er eingin loysn í eygsjón. Stríðið er at kalla tað sama sum tá. Tann einasti munurin er, at fleiri fólk hava latið lív síðani.
At stríðið fór at harðna nú kemur ikki óvart á russar. Tíðliga í summar segði tann hóvligi kekenski loysingarmaðurin Aslan Maskhadov, at loysingarmenninir fóru at herða bardagan, og teir hava eisini víst, at teir eru førir fyri at gera vart við seg. Í juni vórðu russar tiknir fullkomiliga á bóli, tá loysingarmenninir skipaðu fyri fleiri samskipaðum atsóknum í grannalýðveldinum Ingusjetia. Næstan 100 fólk lógu eftirá, og fyri hálvari aðru viku síðani doyðu umleið 120 fólk, tá loysingarmenninir lupu á fleiri mál í kekenska høvuðsstaðnum Groznyj.
Maskhadov hevur sagt, at hann og hansara menn hava einki við gíslatøkuna í Beslan at gera, og hann fordømdi álopið á skúlan. Men eygleiðarar siga, at loysingarrørslan gongur í bólkum, og at Maskhadov hevur ikki ræðið á øllum bólkunum. Harafturat halda eygleiðararnir, at tað unga ættarliðið í Kekenia, sum er uppvaksið við kríggi, er munandi meiri víðgongt og aftrar seg ikki við at nýta skúlabørn fyri at røkka sínum málum.

Vilja hava russar burtur
Men hvat er so málið hjá teimum kekensku uppreistramonnunum? Hjá teimum flestu er málið at fáa enda á tí russiska áganginum í Kekenia, tí í veruleikanum er tað bara ein minniluti av kekenska fólkinum, sum vil hava eitt sjálvsstøðugt islamskt ríki. Nógvir kekenar vóna samstundis, at russar fara at taka seg aftur av teirri einføldu orsøk, at kríggið er ov dýrt fyri russiska ríkiskassan, tí landið hevur brúk fyri pengunum til onnur endamál.
Fleiri eygleiðarar í Moskva halda, at Putin er longu komin til hesa niðurstøðuna. Hann hevur júst skipað fyri forsetavali í Kekenia, og ætlan hansara sigst vera at lata kekenar sjálvar greiða innanhýsis viðurskiftini. So kann Russland taka hermenn sínar heimaftur stig fyri stig, og so kann Putin sita í Moskva og halda eygað við tí, sum fyriferst í Kaukasus-fjøllunum, siga eygleiðararnir.
Men gíslatøkan í skúlanum í Beslan kann forða hesari ætlanini. Tað veldst um, hvussu hon endar.