Tað endaði javnt á Svangaskarði

Trettanda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni hetta vikuskiftið.

 

Fyrsti dysturin var longu í gjárkvøldið, tá ið B68 hevði vitjan av Skála. Hetta eru tvey av teimum fýra liðunum, sum hava møguleika at flyta upp. Tað endaði 1-1 á Svangaskarði, har tað ikki var sørt dramatiskt.

 

Súni Fríði Barbá var dómari, og hann hevði gula kortið sjey ferðir á lofti, og seinna partin av 2. hálvleiki var tað orduliga hendingarríkt.

 

Skála toppskjúttin Brian Jacobsen sá beinleiðis reytt kort í 63. minutti, og tíggju minuttir seinni legði veteranurin Kristian Anton Andreassen heimaliðið framum 1-0, og harvið kundi tað sæð út til, at yvirmannaðu heimamenninir høvdu kós ímóti sigrinum.

Hóast teir vóru undirmannaðir, so svaraðu skálamenn aftur. Tá ið tað restaðu seks minuttir fingu teir brotsspark, men B68 málverjin Ragnar Lindholm bjargaði royndini úr ellivu metrum hjá Ólavi Mikkelsen.

 

Tríggjar minuttir seinni eydnaðist tað Skála at javna. Málskjútti var Jógvan Berg, sum stutt frammanundan var innskiftur.

 

Úrslitið á Toftum í gjárkvøldið ber møguleikan við sær, at HB kann leggja seg uppaftur meiri trygt á odda í dag. HB eigur heimavøll ímóti FC Suðuroy. Sandoyingar eiga á heimavølli ímóti Víkingi møguleika at vísa, at tað er álvari í, at teir ætla sær úr botninum.

 

Hjá KÍ hevur ikki vignast so væl seinastu tíðina. Í norðoyastevnudystinum seinnapartin fær KÍ vitjan av B36, sum hevur havt fittan undanvind seinastu ferðirnar. EB/Streymur, sum nú er aftast, hevur í dag vitjan av TB.

 

13. umfar

Í dag

KÍ-B36: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00

EB/Streymur-TB: Bent Tommy Linklett kl. 13.00

HB-FC Suðuroy: Alex Troleis kl. 15.00

B71-Víkingur: Johan Petur Michelsen kl. 15.00

 

Í gjár

B68-Skála 1-1 (0-0)

1-0: Kristian Anton Andreassen 73.

1-1: Jógvan Berg 87.

Reytt kort: Brian Jacobsen, Skála, 63. (beinleiðis reytt)

 

Støðan

HB 26 stig

B68 26 stig

Skála 20 stig

FC Suðuroy 19 stig

B36 18 stig

Víkingur 16 stig

KÍ 16 stig

TB 13 stig

B71 11 stig

EB/Streymur 7 stig

B68 og Skála hava spælt 13 dystir, og hini liðini hava spælt 12 dystir.

 

mynd: b68.fo