Tað eigur at verða steðgað alt fyri eitt

Hóast kæran ikki er avgjørd, er arbeiðið at fara undir aling á einum tí størsta náttúruøki í Føroyum, byrjað, sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

 Arbeiðið at fyrireika alingina á Víkum í Vágum, eigur at verða steðgað alt fyri eitt. Tað halda tey í Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, FNU.

 

FNU hevur mótmælt alingini og tey vísa á, at 1412 fólk hava skrivað undir upp á, at tey mótmæla, at aling veðrur á Víkum, og at tey tvørtur ímóti viljað hava økið friðað heilt frá Fjallavatni til Barðið, eisini framvið landi.

 

 

Tey siga, at hóast tað eigur at verða lagt upp fyri náttúruvernd, tá ið aliloyvi verður givið, eru eingi slík atlit tikin í hesum føri, og aliútgerð er longu løgd út á Víkum. Hesar fyrireikingar til aling á Víkum, eiga alt fyri eitt at verða steðgaðar, til støða er tikin til um økið skal friðast, sigur FNU í eini fráboðan í morgun.

 

 

Tey hava kært bæði aliloyvið og umhvørvisgóðkenningina, og tey hava harafturat heitt á friðingarmyndugleikarnar um at friða økið á Víkum.

 

 

Enn er einki svar komið, hvørki frá Heilsu- og innlendismálaráðnum, ella frá Yvirfriðingarnevndini. Økið á Víkum er eitt tað størsta náttúruøki í Føroyum, og at aling á Víkum verður skundað ígjøgnum, hóast ósemja er um økið, vísir manglandi virðing fyri fólkaræðisligum mannagongdum, sigur FNU

 

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Umhvørvisstovan, Vinnumálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið, eiga at hugsa um náttúruvernd, og eftir alilógini skal loyvisfyrisitingin meta um verndaráhugamál, áðrenn loyvi verður givið til aling. Alingin eigur ikki at byrja, áðrenn umhvørvisgóðkenningin er fingin til vega, sigur FNU.