At kalla allar miðbýurin í Havn er at meta sum eitt byggipláss. Í øllum endum og kantum av miðbýnum hava handverkarar nógv at gera. Hetta arbeiðið setur eisini sín dám á býin.
Tryggingin hevur í longri tíð nú verið í holt við at gera nýggjar skrivstovar til teirra starvsfólk, og hetta byggiarbeiðið hevur at kalla broytt býarmyndinum, og m.a. teir eyðkendu biltúrarnir hava verið noyddir at leggja eftir einari øðrvísi rutu.
Hitt stóra byggiarbeiðið í Havn er arbeiðið við at gera nýtt løgtingshús. Talan er um umfatandi arbeiði, har bæði løgtingið og umsitingin hjá løgtinginum skulu fáa betri umstøður. Eftir ætlan skal umstingin vera í bygninginum hjá Føroya Tele, og løtingshúsið skal eftir ætlan ikki brúkast til annað enn løgtingsfundirnar. Nógv varð tosað um, hvussu rættast var at gera við ovasta vald í Føroyum. Fyribils úrslitið av øllum tí nógva kjakinum kunnu havnafólk síggja í dag.
Sambært Súsonnu Danielsen, stjóra á løgtingsskrivstovuni, so er byggingin eitt sindur seinkað. Tað byggistigið, sum eftir ætlan skuldi verið liðugt á ólavsøku, er ikki liðugt, men hetta gevur tó ikki orsøk til at óttast, heldur Súsanna fyri.
-Arbeiðið er ígongd, og teir flestu trupulleikararnir eru loystir, sigur Súsanna Danielsen.
Tað eyðkendi tornið hevur fingið av at vita, og fólk flest bíða spent eftir, hvussu løgtingið í framtíðini fer at síggja út.










