Tað byrjaði við døgurðum til pensjónistar

Nakrar fáar viðmerkingar til seinastu greinina frá formanni Tjóðveldisfloksins, Høgna Hoydal

Edmund Joensen

Tá tað kom fram, at peningur tørvaði til at halda fram við at lata døgurðar til pensjónistar og til at halda fram við dagtilhaldunum fyri tey eldru, bóru menn fram atfinningar ímóti politikarunum. Einki merkiligt í tí. Atfinningarnar vóru stílaðar til mín sum løgtingsformann og tí var tað líka natúrligt at eg svaraði hesum monnum. Eri ósamdur við Høgna Hoydal, tá hann kallar hetta fyri álop á meg. Sjálvandi skulu menn hava loyvi til at finnast at løgtingsformanninum og øðrum politikarum, eisini tá ið hetta er rættuliga kontant. Og sjálvandi skulu vit politikarar svara hesum monnum. Her var talan um ítøkiligar politiskar meiningar frá monnum, sum ivaleyst eru fullveldismenn. At eg so bert partvíst eri samdur við teimum frambornu meiningunum, er ein onnur søk. Hvat er tað so sum luttakararnir í orðaskiftinum hava borið fram?

Vagnur Mikkelsen hevði ein greiðan politiskan boðskap.
Hann fýltist á, at løgtingshúsið er vorðið ov dýrt, og at fullveldissamgongan, umframt at hækka sínar egnu lønir, setti sær fyri at byggja sítt egna slott við Tinghúsvøllin. Samanumtikið hevur maðurin rætt.

Heri Ziska hevði eisini ein greiðan politiskan boðskap.
Hann vísir á, at tað, at løgtingsmeirilutin hevur valt at brúka tann pening sum er tøkur (og nakað afturat) til løgtingshús, løgmanssæti, stuðul til rækjuskip og skattalættar merkir t.d. at tað ikki er nóg mikið av peningi til tey gomlu og veiku. Hesin maðurin hevur eisini rætt, men gloymir eins og flestu fullveldismenn, at tøki peningurin hevði verið 1.200 milliónir kr. størri um fullveldissamgongan ikki hevði minkað blokkin við meira enn 1.200 milliónum krónum eftir trimum árum.

Árni Dahl hevði ein greiðan skúlapolitiskan boðskap.
Sum tann dugnaligi skúlamaðurin tók hann reyða blýantin fram og fann heilar tvær stavivillur, enntá í sama orðið. Eg skilji væl, at Árni er skelkaður.

Finnur Helmsdal hevði ikki nakran greiðan politiskan boðskap.
Hann filosoferaði ikki um tey gomlu og veiku, men um sambandsmenn og kenda sangin "Give me more". Eg havi fyrr sagt mína meining um tað.

Høgni Hoydal hevur ongan politiskan boðskap.
Í tveimum longum greinum í orðaskiftinum um tey gomlu og veiku hevur Høgni ikki eitt orð um tey gomlu og veiku. Ikki eitt orð um tær tørvandi 1.200 milliónir krónurnar. Ikki eitt orð um tað sum orðaskiftið snúði seg um. Bert gor og gall og undanførslur.
M. a. rør Høgni Hoydal upp undir at eg skal hava sagt, at nærmasta familjan hjá honum ella øðrum fullveldismonnum er býtt og ljót. Slíkt hevur ikki verið í mínum tonkum, haldi heldur ikki at Høgni sjálvur er ljótur ella býttur. Men tað sum hann skrivar um leiklutin hjá mær og Sambandsflokkinum í løgtingsmáli nr. 73 um løgtings-mannalønir, tað er skrivað uttan at nýta vit og skil. Hetta vísa bæði orðingarnar í álitunum og atkvøðugreiðslan so sólarklárt.
Høgni skrivar eisini, at mín áskoðan er, at tingfólk, sum hava aðra hugsan enn Edmund Joensen, skulu ikki gera sítt arbeiði, men binda frið og tiga. Hetta er í beinleiðis andsøgn við tað sum eg endaði mín greinarstubba til Høgna Hoydal við, nevniliga at eg gleði meg til tann rætta opna beinleiðis dystin, sum eg rokni við, nú byrjar av álvara.
Við hesum hugsaði eg sjálvsagt um eitt sakligt orðaskiftið m. a. um fyrimunir og vansar við tí fullveldispolitikki, sum 6 ára fullveldissamgongan hevur vælsignað hetta samfelagið við, bæði higartil og í framtíðini.
Mítt uppskot og mítt tilboð til Høgna Hoydal stendur við.