Fótbóltur
Gullstríðið er avgjørt. Átjan stig eru eftir at spæla um, og um skreytið skal fara aðra staðni enn í Sundalagið, so skal tað EB/Streymur einki vinna afturat, meðan tað ikki skal kiksa hjá kappingarneytunum. Eingin roknar við hesum, og føroyski fótbóltsheimurin fegnast saman við teimum í EB/Streymi.
NSÍ, HB, B36 og kanska Víkingur stríðast um bíligaru heiðursmerkini, og tann kappingin er so mikið tøtt, at tað ber illa til at siga, hvør at enda fer at vera omaná, og hvør fer at enda undir.
Men tað er ikki henda kappingin, sum tað nú fer at verða vístur størsti áhugi fyri. Eftir at KÍ tapti á Skála í gjárkvøldið, er tað spurningurin, hvørjir niðurflytararnir fara at verða, sum er tann mest áhugaverdi.
Serliga áhugavert og spennandi er tað, um tað hesa ferð skal taka seg so illa upp hjá KÍ, at úrslitið verður leygardagsfótbóltur í 2009 ella í árinum, sum var tað, teir stílaðu visiónina eftir, tá ið klaksvíkingar meldaðu út fyri tveimum árum síðani.
Møguleikin fyri KÍ niðurflyting hevur spøkt leingi. Eftir summarsteðgin er hann øktur, og nú tað inntil annað vikuskifti er steðgur í landskappingini, er hóttanin av, at myrkasta blaðið í 104 ára gomlu søgu felagsins skal verða skrivað, so nær við at verða veruleiki, at tað er væl skiljandi, um tey í og kring KÍ kenna seg illa kroyst.
Skálamenn staðfestu undan uppgerðini í gjárkvøldið, at hetta var seinasti møguleikin hjá teimum. Skála vann, og nú verða hugurin, dirvið og áræðið størri at venja og fyrireika seg til næstu avbjóðingarnar. Tann næsta verður sonn lyklauppgerð, tí í 22. umfari skal Skála spæla á Sandi!
Henda sama dagin fer KÍ at vitja B36. Hóast klaksvíkingar tvær ferðir fyrr í ár hava vunnið heimadystir á árstalsfelagnum, og hóast KÍ fyrr í ár vann 1-0 ímóti HB í Gundadali, so leggur støðan soleiðis, sum hon nú hevur myndað seg, ikki upp til, at klaksvíkingar fara at fáa nakað við sær úr høvuðsstaðnum.
Um so B71 samstundis fer at vinna fulla úrtøku í heimauppgerðini ímóti Skála, so verður talan um finalu um at sleppa undan niðurflyting, tá ið sandoyingar í 23. umfari fara at vitja í Klaksvík! Í sovornum støðum kann alt koma fyri.
Av teimum trimum niðastu eru teir í Klaksvík í løtuni ivaleyst teir, sum kenna seg longst niðri. Eftir góðu fyrstu løtuna á Skála fór alt í fisk, og út frá avrikinum síðstu 80 minuttirnar er skjótt at gera ta niðurstøðu, at vánirnar eru ikki serliga stórar fyri, at KÍ skal vinna seg undan vanlukkuni. Tá verður bjargingin heldur tann, at B71 og Skála ikki fara at megna at vinna.
Síðani summarsteðgin hava seks umfør verið á skránni, og av teimum trimum í botninum hevur Skála staðið seg best. Skálamenn hava vunnið sjey stig - 3-2 ímóti ÍF, 1-1 ímóti NSÍ og 1-0 ímóti KÍ, meðan bæði KÍ og B71 hava vunnið fýra stig. KÍ 4-2 á NSÍ og 0-0 ímóti HB, og B71 2-2 ímóti Víkingi og 2-1 ímóti ÍF.
Nú eru seks umfør eftir, og tað er møguleiki fyri, at tað eftir 27. umfar verður neyðugt at brúka málmunin fyri at finna niðurflytararnar. Troystin í Klaksvík er neyvan stór í hesum í løtuni, men tað er ein veruleiki, at í hesum roknskapinum er KÍ betri fyri enn kappingarneytarnir. Málmunurin hjá KÍ er -8, hjá B71 er hann -19, og hjá Skála er hann eisini -19. Sandoyingar hava skorað fýra mál fleiri enn skálamenn.
Fuglfirðingar eru tvey stig frammanfyri KÍ, og sjálvandi passaði úrslitið á Skála væl hjá ÍF. Merkisvert er tað, at øll tey trý í botninum skulu spæla ímóti ÍF. Hesir dystirnir saman við innanhýsis uppgerðunum millum tey aftastu – B71-Skála og KÍ-B71 – fara at verða avgerandi fyri, um neyðstadda KÍ fer at bjarga sær ella ikki, og hvussu tað fer at vignast hjá ÍF, B71 og Skála, sum í gjárkvøldið fekk nýtt mót.










