Stjórnarflokkurin í Suðurafrika, ANC, hevur gjørt av at velja ta 49 ára gomlu Phumzile Mlambo-Ngcuka til varaforseta eftir Jacob Zuma, sum bleiv koyrdur frá fyri nøkrum døgum síðani, eftir at eitt rættarmál hevði sett hann í samband við svik.
Tann nýggi varaforsetin er útbúgvin lærari. Hon hevur verið virkin í politikki í mong ár, og hon er serliga kend fyri sínar hugsjónir á tí vinnupolitiska økinum. Eitt nú er hon ein íðin forsprákari fyri, at tey svørtu skulu eiga ein størri part av suðurafrikanska vinnulívinum, sum í rættilig stóran mun er á hvítum hondum í dag.
Thabo Mbeki, forseti, sigur seg vera fegnan um, at ein kvinna er komin upp á næstovastu rók í suðurafrikonskum politikki. Spurningurin er so, um hon eisini ætlar sær at royna at sleppa upp á ta ovastu rókina, tá forsetaval verður í 2009. Thabo Mbeki kann í hvussu er ikki stilla uppaftur.