Tann shiamuslimska samgongan vann tjóðartingsvalið í síðsta mánað, og tá hon hevur meiriluta í tinginum, er lítið at ivast í, at Ibrahim al-Jafaari verður forsætisráðharri. Al-Jafaari vann í kapping við Ahmed Chalabi, sum tó gjørdi av at taka seg aftur.
Verandi forsætisráðharrin, Iyad Allawi, hevur kunngjørt, at hann ætlar sær at royna at verða verandi í embætinum, men av tí at flokkur hansara bert fekk 14 prosent av atkvøðunum á tjóðartingsvalinum, eru møguleikar hansara sera smáir.
Ibrahim al-Jafaari, sum er útbúgvin lækni, hoyrir til tann shiamuslimska átrúnaðarbólkin í Irak, og hann er formaður í flokkinum Dawa. Hann verður ikki hildin at vera serliga USA-vinarligur, men hann hevur tó sagt, at teir amerikonsku hermenninir ega at verða verandi í Irak, til endi er fingin á ófriðinum.
Shiamuslimska samgongan hevur 140 av teimum 275 tinglimunum og sostatt meiriluta. Reglurnar áseta, at tveir triðingar skulu atkvøða fyri teirri komandi stjórnini, og tí er hugsandi, at shiamuslimska samgongan og kurdarnir fara at taka seg saman. Kurdarnir hava 75 tingmenn, og tí kunnu hesir báðir bólkarnir gera av, hvør skal manna teir týdningarmestu sessirnar í stjórnini, skrivar AP.
Kurdarnir hava framman undan boðað frá, at teirra leiðari, Jalal Talabani, eigur at fáa forsetaembætið.