Tað besta hjá Gasolin og Kim Larsen

Danska tónleikatíðarritið Gaffa hevur í eina tíð havt á síni heimasíðu ein møguleika hjá lesarunum at atkvøða, hvør útgáva er tann besta, - bæði hjá Gasolin og um bestu soloútgávurnar hjá sangaranum, sum jú eitur Kim Larsen.

Í báðum førum eru nógvar útgávur at velja í.

Úrslitið er nú greitt.

Gaffa-lesarar hava valt útgávuna Efter Endnu En Dag frá 1976 sum bestu útgávu hjá Gasolin. Útgávan fekk 33,12% av atkvøðunum.

Betsa soloútgáva hjá Kim Larsen meta lesararnir er Værsgo frá 1973. Áhugavert er kanska at leggja til merkis, at hetta er fyrsta soloutgávan hjá Kim Larsen, og hetta var eisini samstundis, sum hann spældi í Gasolin.  Útgávan fekk 37,31% av atkvøðunum.

Á heimasíðuni hjá Gaffa sæst, hvussu lutfallið av atkvøðum annars fall millum ymsu útgávurnar.