Herbert Olsen í Rituvík, sum fólk eitt nú kenna frá Bátafelagnum á Bakka og í frítíðarsigling seinnu árini, sigur, at tað er konan, sum tekur sær av flestu jólagávunum, men sjálvur hevur hann keypt onkra gávu.
Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu verða jólini hildin?
- Í ár liggur tað so væl fyri, at øll tey nærmastu eru samlaði í Rituvík á jólum, og jólaaftan hildu vit hjá tí eldru dóttrini við familju. Jólini byrjaðu so smátt tollaksmessudag, tá vit fingu okkum ræstan fisk og sperðil. Tað gamla var nokk jólaaftan, men vit hava flutt tað máltíðina til lítlajólaaftan.
Herbert Olsen sigur, at í gjár - jólaaftan - fóru tey øll í kirkju, og eftir at hava hoyrt jólaevangelið er hæddarpunktið, tá kirkjufólkið reisist og sum sigur er syngur sálmin, Føgur er foldin.
- Hetta er ein framúr hugnalig løta og ein sera vakur sálmur um skaparverkið, jólini, einglarnar og hirðarnar á Betlehems fløtum og sum somuleiðis minnir okkum á, at tíðin gongur, og at hetta ikki er nakað varandi stað. Tá komið er úr kirkju, verður borðreitt við dunnu og tilhoyri, og tá tað er av og reiðiliga tað, verður dansað um jólatræið, og jólapakkarnir verða pakkaðir út.
Hann vísir á, at í onkrum føri er móttakarin nokk ikki heilt óvitandi um, hvat er í pakkanum. Í øðrum førum veit viðkomandi einki - ella tað kanska er nakað heilt annað, enn roknað var við.
- Tá alt er pakkað út, og pappírið er ruddað burtur, verður slappað av og hugt nærri at gávunum. Onkur fer kanska í holt við at seta tað nýggja dukkuhúsið saman, onkur annar passar, og ein triði metir kanska um, hvussu tann nýggja bormaskinan liggur í hondini.
Herbert Olsen hugleiðir víðari og heldur fyri, at skuldi tað verið so, at onkur av teimum meira tilkomnu hevur fingið eina bók, so verður helst hugt í hana, samstundis sum viðkomandi strekkir seg í heingikoyggjuni við einum kaffimunni og onkrum søtum afturvið.
- So hvørt, sum kvøldið líður, er ymiskt á skránni so sum rísalamande og mandlugáva, og onkur borðspøl verða eisini spæld, har bæði stór og smá eru við. Tá farið er um midnátt og reiðiliga tað, verður pakkað saman og farið til songar.
Hann sigur, at 1. jóladag verður stórt sæð einki gjørt uttan at slappa av, og 2. jóladag er skráin nøkulunda hin sama, men tá er ætanin eisini at fara at hyggja eftir einum familjufilmi.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- Tað besta, sum er hent í 2019, er heilt greitt, at eg enn einaferð skal verða abbi.
Og hvat er tað keðiligasta?
- Tað keðiligasta kann vera so mangt. At onkur, tá árini eru komin, og heilsan er farin, fellur frá, er lívsins gongd. At onkur annar í yngru árum fer óvæntað, kennist meira hugstoytt, men eitt tað harmiligasta er í grundini, um onkur heldur - enn at njóta lívið og sættast við sítt umhvørvi - tekur sær fyri stútt og støðugt at spilla sær lívið við at vera ónøgdur um nærum alt.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava tann týdning, at tey minna á, at frelsarin varð føddur og ikki minst, at tað er tann hátíðin, har familjan savnast fyri at vera saman við sínum og hugna sær. Tað verði seg í nærumhvørvinum ella á fjarskotum leiðum, sigur Herbert Olsen.
##med2##












