Tað besta burtur úr tí næstbesta

Føroyar hava framvegis ikki fingið fullan limaskap í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og hóast føroyingar hava fingið fótin innum, verður vegurin til limaskap ikki lættari

Føroysku royndirnar at sleppa upp í Norðurlendska Ráðharraráðið endaði við sonvnda Álandsskjalinum, har føroyingar sleppa at verða limir í nevndunum í ráðnum.
- Hetta hava vit arbeitt við í eitt heilt ár, og tað hevur so eydnast okkum at fáa okkara sjálvstøðuga part í formansskránni. Somuleiðis hevur tað eydnast okkum at fáa drigið fleri tiltøk til Føroya, og tað er nakað, ið kann skapa virðing fyri okkum, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.
Hetta gevur eina vitan og ein vinning, umframt at føroyingar fáa eina størri ávirkan.
- Vit hava fingið fleiri fundir til Føroya, har vit hava leiðsluna, og ein fundarleiðsla stýrir jú hvønn veg, fundurin fer. Og innan fiskivinnuøkið hava vit fingið ta embætisligu leiðsluna, sigur Jørgen Niclasen.
- Tú kanst siga, at í staðin fyri at standa uttan fyri og kasta kavabløk eftir felagsskapinum, tí hann hellir meiri og meiri eystureftir, so hava vit valt at koma inn í hitan og ávirka vestureftir, sigur uttanríkisráðharrin.
Tað er eisini komið í skjalið, at vit skulu hyggja meiri vestureftir, tað vil siga móti vesturbretlandi, Írlandi og kanadisku strondini.
Jørgen Niclasen væntar tó ikki, at hesin møguleikin fer at gera tað lættari at fáa fullan limaskap í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
- Nei, tað vænti eg ikki. Vit hava roynt at fingið limaskap í ártíggju, men tað hevur ikki eydnast. Hetta við Álandsskjalinum er betri enn tað, sum var framman undan, men er framvegis ikki limaskapur. So tað ið vit gera, er at fáa tað besta burtur tí næstbesta, sigur Jøgen Niclasen, uttanríkisráðharri.