Tað ber væl til at minka um tína snorkan

Snorkar tú illa? Ella kennir tú onkran, ið ger? So eru ráð fyri tí

Umleið fjórði hvør av okkum menniskju snorka regluliga. Men nøkur snorka so nógv, at tað verður eitt veruligt haft um beinið - bæði fyri tey sjálvi og onnur í húsinum. 

Tað er eitt nú vælkent millum pør, at snorkan elvir til trupulleikar í parlagnum, tí tann eini parturin kennir seg noyddan at sova einum øðrum rúmi fyri at fáa náttarfrið. 

Snorkan kann eisini minka um lívsdygdina hjá sjálva snorkaranum. At snorka kann órógva andadráttin, so mann fær óneyðuga langar steðgir í andadráttinum. 

Vit hava her savnað nøkur ráð saman um, hvat tú kanst gera, fyri at minka um tína snorkan.

Klænka teg

Tað kunnu vera fleiri góðar orsøkir at klænka seg – og snorkan er ein teirra.

Vigar tú ov nógv, eru líkindini fyri at tú snorkar, væl størri, enn um tú ikki vigar ov nógv.

Ven

Um tú byrjar at venja við vektum og møguliga maskinum eisini, so fært tú ikki bara størri musklar í kroppinum - men eisini í andlitinum.

Veikir musklar í andlitinum og rundan um andaleiðirnar elva nevniliga til snorkan.

Legg av at roykja

Um tú roykir og enn manglar grundgevingar fyri at gevast, so er enn ein orsøk her.

Umframt heilsutrupulleikar elvir royking eisini til snorkan, tí andaleiðirnar kunnu irriterast av roykinum. 

Minka um rúsdrekkanýtsluna

Tað er eitt gott hugskot at lata vera við at drekka rúsdrekka seint á kvøldi, um tú ikki vilt snorka.

Alkohol kann gera tað lættari at sovna, men tað fær tó eisini musklarnar at slappa av - og avslappandi musklar rundan um andaleiðirnar og í andlitinum elva til snorkan. 

Reinsa nøsina

Hevur tú trupulleikar við tiptari nøs, er vandin fyri, at tú snorkar væl hægri. 

Til ber at reinsa nasagluggarnar við saltvatni ella destilleraðum heitum vatni bæði á morgni og á kvøldi. So tryggjar tú tær fríar andaleiðir. Sjálvt um tú væl kanst brúka hendurnar, so verður úrslitið betri, um tú brúkar ein sokallaðan nasaskolara.

Tá tú skolar nøsina, minkar tú um irritatiónina í bæði nøs og í biholunum, og samstundis fært tú fría leið til luft. 

Broyt mátan tú svevur uppá

Røtt sovistøða hevur týdning fyri, hvussu nógv tú snorkar. Ofta blokerar mann fyri andaleiðunum, tá mann liggur á rygginum.

Eitt kreativt og effektivt ráð er tí at seyma ein tennisbólt á eina t-shirt, sum tú svevur við. Tennisbólturin skal setast mitt ímillum akslarnar, so tað verður eitt sindur óbehagiligt, um tú roynir at sova á rygginum. Hetta fær teg at heldur venda tær á síðuna, tá tú svevur. Soleiðis tryggjar tú fríar andaleiðir og minkar um tína snorkan.

Høvdið hægri upp

Við at hevja høvdalagið í songini, so ovari kropsparturin liggur hægri enn beinini, so kanst tú minka um tína snorkan. Við hesum umgongur tú, at andlitið fer aftur eftir, og tað verður harvið lættari at anda.

Tað er ikki ein gongd leið bara at brúka ein eyka kodda, tí tað kann elva til nakkatrupulleikar. Ein møguleiki er her at skifta vanligu songina út við eina elevatiónssong. 

Burtur við andelvi

Ovurviðkvæmi kann eisini føra til snorkan. Støvsúgva grundiga í kamarinum, vaska dýnur og koddar regluliga - og nokta hundum og kettum atgongd til songina. Støvmottur og annað andelvi kann gera støðuna viðvíkjandi snorkan verri. 

Skriva dagbók

Tað eru nógvar orsøkir til, hví júst tú snorkar. Tí er tað týdningarmikið at finna út av, hvat fær teg at snorka verri.

Ert tú í parlagi, kanst tú fáa tín partnara at vísa á, hvørjar nætur eru góðar og ringar. Notera hetta í tína dagbók, og notera samstundis, hvat tú át og drakk kvøldið fyri - og nær tú gjørdi tað. Eisini nær tú fórt í song, og hvørjari støðu tú lá í og annað, tú metir sum viðkomandi.

(Keldur: isleep.dk & sleep.org)