Í Danmark er tað loyvt, men í Føroyum er tað ikki loyvt. Tað er einfalda svarið frá Aksel V. Johannesen, løgmanni til ein einfaldan spurning frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.
Tað er eitt hjartamál hjá løgtingsmanninum, at tað skal bera til hjá fólki at fáa allar upplýsingar um ein bil á internetinum. Hann sigur, at tað hevði gjørt tað nógv lættari hjá fólki at fingið fatur á eykalutir frá øðrum, enn akkurát bilasøluni sjálvari.
Og tí hevur hann spurt løgmann, hví hetta ikki ber til í Føroyum. Løgmaður vísir á, at í Danmark er ein ítøkilig heimild at fáa upplýsingar um ein bil á internetinum, men enn er eingin slík lógarheimild í Føroyum. Og tí ber ikki til hjá einum og hvørjum at fáa upplýst tekniska kunning um akfør við eitt nú at innseta skrásetingarnummar ella nummarplátu.
Hann vísir kortini á, at Samferðslumálaráðið hevur, tvær ferðir, lagt uppskot fyri Løgtingið um hetta. Í fyrra førinum mælti meirilutin vildi Løgtingið ikki taka undir við tí og í seinna førinum fall uppskotið burtur, tí tað kom ikki aftur úr nevnd, áðrenn løgtingið fór í summarfrí og tingárið endaði.
Kári P. Højgaard hevur áður sagt, at hendur einki í málinum, fer hann sjálvur at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað
Les meiri um tað her: Tað hevði verið ein stórur lætti hjá teimum sum eiga bil