Afturhvarv er í Hoyvík í kvøld, tá 80'aratónleikur fer at runga í Hoyvíkshøllini.
Tað er H71 sum skipar fyri tiltakinum, sum triða árið á rað verður hildið í Hoyvíkshøllini.
Hugskotið er uttan iva tað sama sum hjá Neistanum, sum seinast í áttatiárunum fóru undir vælumtókta afturhvarv-tiltakið aftur í 60'ini. Í 60'unum var sermerktur tónleikur við sermerktari ungdóms- og tónleikamentan. Tað sama kann av sonnum sigast um 80'ini, og tí er eitt tílíkt tiltak kærkomið, sum afturhvarvið aftur í 80'ini.
Ungdómsmentanin er nógv broytt síðani 80'ini, tá barrin var bagasjurúmið – áðrenn vit í 1992 fingu skeinksistøð og skeinkiloyvi og rúsdrekkasølu. Tí eitur barrin í Hoyvíkshøllini í kvld eisini »Bagasjurúmið« – og hava tey hálað ein gamlan Toyota inn í barrina við opnum bagasjurúmið, har eyðkendu hvítu kassarnir síggjast.
Tað var kanska serliga ungdómur á bygd, sum hevði barrina í bagasjurúminum. Í 80'unum var hópin av dansistøðum uttan fyri Havnina, koyrdu nógv ung millum bygdir til dans um vikuskiftið. Øðrvísi er í dag. Skeinkistøðini í Havn eru í dag fleiri, enn dansistøðini vóru í áttatiárunum. Men á bygd er mentanin við eyðkenda náttarlívinum horvin – og dansur á smáplássum er eitt sjáldsamt fyribrigdi.
Men í kvøld verður 80'aratónleikur fyri fullum útblástri í Hoyvíkshøllini, tá gomlu gubbarnir ur Showmonnum rættiliga fara at svinga seg. At hjálpa sær hava teir fingið ungu Jóhonnu Norðberg Niclsen – og eitt yvirraskilsið verður afturat, sum tey ungu úr 80'unum kenna væl, siga fyrirreikararnir.