Tað var ein góð blanding av leikum og lærdum í Norðurlandahúsinum. 15 sangarar høvdu meldað luttøku í meistarabólkinum, men harumframt vóru fleiri áskoðarar sum fingu ráð og vegleiðing frá Cahtrinu Sadolin, sum vitjaði Føroyar á fyrsta sinni.
Cathrina verður roknað millum tey fremstu í heiminum, tá tað snýr seg um vitan og frálæru innan sang. Sjálv hevur hon útfrá egnum royndum og teorium skrivað bókini Komplet Sang Teknik, sum av mongum verður mett sum bíblian hjá øllum sangarum. Eisini hjá Cathrina Sadolin er boðskapurin sera einfaldur.
? Øll kunnu syngja. Tað er bert ein spurningurin um at brúka røddina og kroppin á rætta hátt, sigur Cathrina og ger samstundis vart við, at tað er umráðandi at sangarin lurtar eftir sær sjálvum, venur og arbeiðir við røddini. Tað eru fleiri mátar at gerast góður sangari, men tað sum hevur størsta týdning, er at ein nýtur tey amboðini, sum gagna einum sjálvum best.
Nógv at taka av
Hóast Catrhina heldur at tað býr ein sangari í øllum menniskjum, so er hon kortini bilsin av hvussu nógvir gávuríkir sangarar eru í Føroyum.
? Eg haldi at tað hevur verið serstakliga stuttligt og spennandi at hildið skeið her. Fólk eru sera opin og móttakilig. Tey, sum hava luttikið, hava torað væl at viðurkent og víst á sínar egnum veikleikar. Og tað er sær sjálvum ein styrki. Harafturat havi eg hoyrt nógvar frálíkar røddir og tað er altíð hugaligt.
Cathrina Sadolin hevur sjálv drúgvar royndir bæði sum sangari, og hon arbeiðir nú sum granskari innan raddarslit. Eisini ferðast hon víða og heldur fyrilestrar um sang og teknik. Hennara vitan og innlit innan sang hevur gjørt Cathrinu til eitt høgt virt navn um allan heimin.
Sosialurin var á skeiðnum, og í blaðnum leygardagin, hava vit eina samrøðu við Cathinu Sadolin. Prátað varð eisini við fólk, sum sungu og lýddu á.