Tá Arne stóð yvirfyri lívsins avbjóðing

Hvørjar tankar hevði Arne Vatnhamar, tá hann stóð yvirfyri harðastu avbjóðingini í lívinum?

Leygarkvøldið 6. desember klokkan 19 verður fyrilestur og frásøgn um einastandandi bragdið, sum leirvíkingurin, Arne Vatnhamar, framdi, tá hann sum fyrsti føroyingur stóð á heimsins hægsta tindi, Mount Everest.

 

Tiltakið, sum er ókeypis, verður í skúlahøllini í Leivíkar skúla.

 

- Verkætlanin kravdi ikki einans drúgvar fyrireikingar av øllum hugsandi slagi. Sjálvur túrurin gjørdist serstakliga harður, bæði kroppsliga og sálarliga.

 

Tað veit Eysturkommuna at siga.

 

Lagt verður aftrat, at fólk kunnu gleða seg til eina spennandi frásøgn, har Arne Vatnhamar fer at greiða frá síni ferð.

 

- Hoyr um drúgvu fyrireikingarnar, útgerðina, kuldan og ikki minst um, hvørjar tankar Arne hevði, tá hann stóð yvir fyri harðastu avbjóðingini í lívinum, sigur Eysturkommuna.