? Flestu nýskapandi KT-loysnirnar í dag verða mentar í sambandi við, at fólk um allan heim fáa breiðband (skjótt internet) heima og til arbeiðis. Her klára Føroyar ikki at fylgja við, sigur KT-felagið.
? Bara nøkur fá prosent av føroyingum hava breiðband, og ein høvuðsorsøk er, at uttanlandssambandið er lutfalsliga dýrt, og at fólk skulu gjalda eftir nýtslu. Neyðugt er at fáa prísirnar niður og fáa grundarlag fyri sonevndari flat-rate avrokning (sama gjald líkamikið nýtslu).
KT-felagið heldur, at hetta kundi til dømis verið gjørt við, at tað almenna í eitt avmarkað tíðarskeið setti pening av til útbreiðslu av breiðbandi í Føroyum.










