Tað almenna skal halda avtalur

Løgtingsmenn halda, at tað er sera óheppið fyri trúvirðið hjá tí almenna, at avtalur, sum almennir stovnar gera, ikki verða hildnar. Tá ein almennur stovnur gera eina avtalu við annan part, ger hann avtaluna vegna landsstýrið og Løgtingið, og tí er tað stak óheppið, um slíkar avtalur ikki verða hildnar.

Tað vóru løgtingsmenn á einum máli um, tá Løgtingið fyrradagin viðgjørdi ein fyrispurning um bakkaverju í Fámjin. Í fyrispurninginum vísti Torbjørn Jacobsen á, at Landsverk hevði gjørt avtalu við fámjiningar um at gera bakkaverju, men at eingin verja er komin enn.

Annika Olsen, landsstýrismaður í innlendismálum, ásannaði, at avtalur, sum almennir stovnar gera, skulu haldast. Hon segði, at hon hevði roynt at fáa pening játtaðan til bakkaverjuna í Fámjin, men higartil til fánýtis.

Bakkaverjan í Fámjin er mett at kosta eina millión krónur at gera. Fámjiningar reistu málið á fyrsta sinni í 1984.