Tað almenna skal gera Eysturoyartunnilin

Landsstýrið hevur tikið tilmælini til sín, og tí verður Eysturoyartunnilin antin gjørdur av einum almennum partafelag ella í samstarvi við eitt privat felag, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Meðan tað var ein reint politisk avgerð, at Eysturoyartunnilin skuldi vera privatur, so er tað nú ein avgerð við støði í tilmæli frá einum arbeiðsbólki, at Eysturoyartunnilin skal vera almennur.
Landsstýrið hevur tikið tilmælini til sín, og tí verður Eysturoyartunnilin antin gjørdur av einum almennum partafelag ella í samstarvi við eitt privat felag.
- Formenninir í samgonguflokkunum og samgongumeirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum fara nú at arbeiða víðari við hesum báðum møguleikunum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Harvið er privata tunnilsloysnin, sum Kári P. Højgaard arbeiddi við, nú endaliga jarðað.
- Hinvegin er púra greitt, at tað almenna má standa fyri Sandoyartunnlinum, sum ikki hevur somu inntøkumøguleikar sum Eysturoyartunnlinum, sigur Jørgen Niclasen.
Í játtanarkørmunum fyri 2014 standa seks milliónir krónur at brúka til Eysturoyartunnilin og fimm milliónir krónur til Sandoyartunnilin.
Hóast landsstýrið sigur seg vilja gera báðar tunnlarnar næstu árini, so leggur landsstýrismaðurin dent á, at játtanarkarmarnir skulu haldast.
- Avbjóðingin er at finna eina loysn, sum ber til, bæði politiskt og fíggjarliga, sigur Jørgen Niclasen.