Tað almenna kringvarpið ger føroyingar líkasælar

So hvøss vóru orðini hjá skaldinum Carl Johan Jensen fyri løtu síðani, tá ið Rás2 hevði samrøðu við hann eftir hansara yrkingaupplestur í Miðlahúsinum Skaldið Carl Johan Jensen, ið fyri løtu síðani læs yrkingar upp í Miðlahúsinum í Vágsbotni, hevði hvassar atfinningar at bera politisku skipanini, fjølmiðlunum og vinnulívinum í Føroyum.

Millum annað segði Carl Johan Jensen, at undirhaldssendingar seta dagsskránna í føroysku miðlunum, og tá ið tað almenna kringvarpið leggur seg eftir at kappast við undirhalds og privatu útvarpsstøðina Rás2, so er úrslitið, at undirhald fyllir hugaheimin hjá føroyingum, og ger fólkið líkasælt við samfelagsins gongd.

Carl Johan Jensen nevndi eisini, at tá ið Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, brýtur lógin, fær hetta ongar avleiðingar, og føroyingar yppa bert øksl, tí samfelagskjakið er nærum deytt, og hetta er orsakað av tíðindaflutninginum hjá føroysku miðlunum, ella vantandi tíðindaflutning.

Carl Johan Jensen fer í næstum at útgeva eina fløgu við hansara yrkingum.