Tá Zakarias Wang skapti ein sambandsløgmann

Í sendingini »Meg minnist«, hev­ur Jógv­an Arge seinastu vik­ur­nar tosað við Paula Ell­ef­sen, fyrrverandi løgtings-, fólk­a­­tings- og løgmann. Onk­ur vil siga, at Pauli Ellefsen á mang­an hátt var ein íspegil – í øll­um førum, at honum dámdi væl at arga.

Men hvussu er og ikki, so greiddi hann frá, hvussu hann kom upp í praktiskan sam­bands­pol­i­tikk í sínum ung­um árum:
»Tað var á VBV (stu­denta­skúl­in, red). Har var ein ser­deil­is iv­r­i­­­g­­ur sam­bands­mað­ur, sum æt Zacharias Wang. Hann spurdi meg, um vit báð­ir ikki skuldu taka ein pol­it­isk­an fund saman við øðr­­um. Eg hevði ongantíð upp­­traðk­að fyrr, so eg vildi, at vit fyri­reik­aðu okkum væl. Vit fóru oman til Georg L. Sam­­u­­el­­sen, hann gav okkum krút. Vit hirdu á, og eg trúgvi ikki, at Sambandsflokkurin nakr­an­tíð hevur fingið so stórt stemmu­lut­fall, sum tað kvøld­ið...«
So­leiðis segði Pauli Ell­ef­sen. Vit kunnu bara staðfesta orð­ini hjá Jens Otto Krag, at »man har et standpunkt, til man ta’r et nyt«.