– Vit fingu ov lítið burtur úr, og harafturat kravdi Fíggjarmálaráðið, at rætturin hjá leiðandi ljósmóðurini á Landssjúkrahúsinum, at fara í verkfall, skuldi skerjast.
Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, sigur, at í høvuðsheitum vóru tað hesi bæði viðurskifti, sum elvdu til, at tær nú á miðdegi vrakaðu enn eitt semingsuppskot. Sostatt heldur verkfallið hjá teimum fram og hon sigur, at nú verða eingi undantøk givin longur.
Annika Hoydal sigur, at í semingsuppskotinum hesa ferð varð ætlanin at gera ein trý ára sáttmala, heldur enn tann vanliga tvey ára sáttmálan. Og hon leggur afturat, at ljósmøðurnar mettu, at tær fingu alt ov lítið burtur úr tí triðja árinum.
– Harumframt kravdi Fíggjarmálaráðið, at leiðandi ljósmóðurin á Landssjúkrahúsinum skuldi missa rættin til at fara í verkfall, og tað varð kravt, uttan at geva henni eina tænastumannalíknandi skipan, og tað kundi ikki góðtakast, leggur hon afturat.
Men Annika Hoydal sigur, at tað, sum ósemjan mest snýr seg um, er, hvussu høg endalønin hjá eini ljósmóður skal vera, og hvat leiðaralønin skal vera. Men talan var eisini um at hækka tímaløn og eftirløn hjá ljósmøðrum.
Annars hevur ósemja verið um bygnaðin á Landssjúkrahúsinum, tí ljósmøður hava verið ónøgdar við ta støðu, tey hava á føðideildini. Men Annika Hoydal sigur hesin spurningurin hevur ikki verið til umrøðu í sáttmálasamráðingunum yvirhøvur.