Nærum dagliga síggjast lýsingar á sosialu miðlunum, har støk foreldur, ungar barnafamiljur ella støk tilkomin fólk leita eftir einum bústaði. Má siga, at tað gevur mær ilt fyri hjartað at síggja desperatiónina aftanfyri hesar lýsingarnar, og tey ofta syrgnu barnaeyguni á teim tilhoyrandi myndunum.
Líkt er til, at nøkur halda slíkt vera í fínasta ordan. Tí ein marknaður hevur altíð vinnarar ella taparar, og tað er eisini galdandi fyri bústaðarmarknaðin, verður ofta sagt. Men onki kundi verið meira skeivt. Tí er tað nakar, sum tosar um sjúkrahúsmarknaðin ella um skúlamarknaðin?? Ein bústaður hevur eins stóran týdning fyri lív og trivnaðin hjá fólki, sum atgongdin til heilsuverkið og útbúgvingarverkið, og tí er tað í veruleikanum púra absurd at tosa um ein bústaðarmarknað. Heilt einfalt er ein bústaður ein mannarættur, har vælferðarsamfelagið hevur nakrar skyldur mótvegis sínum borgarum.
Bankarnir trýsta prísirnar upp
Seinastu árini eru føroysku bústaðarprísirnir trýstir upp í topp. Ósjónligu hondina aftanfyri eiga bankarnir, sum brúka hækkandi bústaðarprísirnar til at skapa kapital til sín sjálvs. Henta amboðið eru meklarafyritøkurnar, sum bankarnar eisini eiga. Tað sigur seg sjálvt, at flestu fyrstuferðs-keyparar, stakir uppihaldarar ella støk tilkomin hava ikki ráð til at blaka eini 2,5 – 3 mió. kr. á borðið fyri ein rímiligan bústað. Hetta hava spekulantarnar fangað, og tí síggja vit nakrar av hesum byggja so bíligt sum gjørligt, fyri síðan at vilja leiga ella selja so dýrt sum møguligt.
Kommunalar leiguíbúðir fyri 5000 krónur um mánaðin og bíligar lutaíbúðir
Fíggjarliga veikir samfelagsbólkar skulu hvørki gevast upp fyri skutil hjá spekulantum og bústaðarhávum, ella verða rikin út úr høvðusstaðnum av bústaðarneyð. Spekulantarnar hava fingið sítt, og tað er meira enn ríkiligt. Í staðin skal kommunan taka ábyrgd, og beinanvegin fara í holt við at byggja bíligar kommunalar leiguíbúðir, har leigukostnaðurin verður hildin niðri á eini 5.000 kr. um mánaðin. Bygningarnir kunnu byggjast sum punkthús, og raksturin av bygningum kann kommunan avtala við Bústaðir. Harumframt eigur kommunan at gera nógv meira við at skipa fyri verkætlanum um lutaíbúðir, har fólk kunnu keypa seg inn í verkætlanina fyri ein kostnað á áleið 200-400.000 kr. fyri sjálvan lutin. Afturat hesum kostnaðinum kemur leigan til lutaíbúðafelagið. Fyri at halda prísinum niðri, eiga lutir í lutaíbúðafeløgum ikki at verða frítt umsetiligir. Tá luturin verður seldur skal seljarin lata hann aftur til lutaíbúðarfelagið, sum síðan selur hann til fastan prís til tann sum stendur ovast á bíðilistanum hjá lutaíbúðarfelagnum. Somuleiðis ber til at byggja og skipa vardar bústaðir sum lutaíbúðir, so eisini á eldraøkinum er hetta ein góð loysn.
Hvørkratakið hjá bankum og spekulantum um búðstaðarpolitikkin skal burtur
Ein slíkur bústaðarpolitikkur vil forða spekulantunum og bústaðarhávunum at gera sær dælt av bæði teimum veikastu samfelagsbólkunum, teimum vanligu løntakarafamiljunum og øllum ungum, sum vilja skapa sær sítt fyrsta egna heim. Somuleiðis vil eitt slíkt útboð av bústøðum minka um møguleikarnar hjá bankunum til at trýsta bústaðarprísirnar enn longur upp. Og roynir nakar myndugleiki at leggja fótonglar fyri kommunalari bústaðarbygging, verður ikki bakkað ein tumma.